Orð & tónar á Reinsarínum
"Abort – grundgevingar fyri rættinum at velja sjálv" er heitið á bók, sum Sprotin gevur út, og sum verður løgd fram á Reinsarínum mikukvøldið 6. mars 2024.
Í bókini eru greinar eftir høvundar, sum á ymsan hátt hava verið við í almenna orðaskiftinum um abort sum serfrøðingar.
Á tiltakinum verður prát við nakrar av høvundunum um viðbrekna og enn nýggja orðaskiftið um rættin til at velja abort í Føroyum.
Kaffi, te og annað drekkandi verður at fáa og okkurt leskiligt afturvið, eins og Marianna Nagata fer at seta dám á kvøldið við sínum frálíka tónleiki.
Komið til eitt forkunnugt, spennandi og áhugavert bókaprát á Reinsarínum mikukvøldið 6. mars kl. 20.00.