Ljóðbøkur og summar
Lurta eftir nýggjum ljóðbókum frá Sprotanum, meðan tú málar og røkir bø og garð í summar, meðan tú flýgur millum lond, og meðan tú brúnkar teg á heitari strond.
Fyri 10 árum síðan fingu vit nógvar ljóðbøkur inn á okkara heimasíðu. Tann tøknin rann undan okkum. Síðan tóku vit aðra tøkni í nýtslu og fingu allar ljóðbøkurnar á MOFIBO. Tøknin er nú í lagi, tær liggja allar har til teirra, ið hava hald til MOFIBO.
Nú er so triði møguleikin tøkur. Vit hava lagt um 100 bøkur á eReolen. Lætt og ómakaleyst kanst tú nú læna tær ljóðbøkurnar á bókasøvnunum. Fýra um mánaðin – ókeypis!
Hesar eru nakrar av teimum seinastu, vit hava lisið inn:
- Merking
- Blómudalurin
- Magellan
- Tollakur hjá Ingibjørg
- Himmal og helviti
- Hjarta mansins
- Harmur einglanna
- Bara ein mamma
- Eyðuni í Rigel
- Hvítt hav
- Kóka bjørn
- Barnaár
Vilt tú síggja alt úrvalið, klikk her