Grønlendsk orðabókaframløga í Varpinum tann 30 okt. kl 19

Elin Neshamar er komin heim aftur til Føroya og hevur seinastu 4 árini skrivað stóra føroyska – grønlendska orðabók. Hetta er seinna partur av  orðabókagreipuni, sum farið varð undir í 2018. 

28.10.2024
Sprotin
Ymist

Hetta stórverkið hevur hon fullfíggjað saman við mammu síni Lenu. Orðabókin verður latin upp á tiltaki í forhøllini í Varpinum í Klaksvík tann 30 okt. kl. 19

Skrá

  • Jonhard Mikkelsen býður vælkomin 
  • Torbjørn Jacobsen syngur ein góðan grønlendskan 
  • Elin Neshamar leggur orðabókina fram 
  • Lena Neshamar: Um at læra grønlendskt mál og mentan  
  • Norðurlendskur studentaflokkur, sum er her í løtuni, ber eina heilsan 
  • Edmund Joensen greiðir frá, hvussu fígging fekst í lag  
  • Ein tøkk frá grønlendingum – Mari í Løðuni  
  • Felagssangur – Tjóðsangirnir báðir 

Vit vóna, at nógv fólk kemur í Varpið mikukvøldið at heiðra møðgurnar við sjaldsama avrikinum.  

Aftan á framløgurnar verður høvi at práta saman og onkrir leskiligir bitar verða bodnir gestunum.

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið.

Sprotin

28.10.2024
Sprotin
Ymist

More articles