Hvørjar eru tjóðirnar, vit føroyingar hava mentanarfelagsskap við?
Fyri stuttum vórðu tey tíðindi borin út, at Føroya fólk andliga sæð lógu í tvíningum. Bygdafólk høvdu ikki sama hugburð og havnarfólk. At siga soleiðis er sjálvandi bara at bera fram almenna reglu, tí nógv havnarfólk líkjast bygdafólki og øvut.
Men latið okkum spæla okkum við spurningin og látast sum um hann er rættur: Hvussu ber tað so til? Jú, tað er einfalt. Prosentvísi parturin av bygdafólki er
helst størri, sum framvegis ikki er ávirkaður av "postmoderniteti og sansaleysum einstaklingalyndi". Gerandisdagurin er framvegis meira bundin at gamlari,
fundamentalistiskari
helvitisóttandi gudstrúgv á bygd, enn hann er í Havn. Tað sást til dømis sjónskt, tá ið kjakið um samkynd tók seg upp á tingi og millum fólk annars. Hetta er ikki øðrvísi enn í øllum øðrum londum. Vit kundu tað sama sagt, at øll lond andliga sæð liggja í tvíningum.
Vit - vónandi vóru vit mong - øtaðust um fundamentalistiska svassið hjá miðfloksmonnum og øðrum. Vit, ið øtaðust, eru helst ávirkað av tollyndi uttanífrá - einahelst úr Danmark. Var hetta vánalig ávirkan?
Tað verður ella varð, ið hvussu er, ofta sagt, at vit føroyingar líkjast meira íslendingum og norðmonnum í brún og brá, enn vit líkjast dønum. Hatta var kanska einaferð so, men er tað so enn? Hatta passar kanska upp á mong bygdafólk, men havnarfólk? Hinvegin er tað eisini stórur munur á dønum, íslendingum og norðmonnum í búgva í stórum býum og teimum ið búgva á smáplássum.
Her koma vit til spurningin, sum er: Hvat land hava vit havt tættasta mentanarfelagsskapin við í drúgvastu tíð? Tá ber ikki til at tosa um, hvat vit kundu hugsað okkum, tí tað kemur ikki hesum kjaki við. Vit hava tekniskt sæð verið í ríkisfelagsskapi við Danmark frá 1380, og tætta sambandið er kanska 350 ára gamalt, í summum førum heilt aftur til trúbótina í 1540. Tað hevði verið løgið, um tættasti mentanarfelagsskapur føroyinga ikki var við danir. Tað er hann jú. Biði eg tykkum til dømis nevna mær 10 íslendskar, svenskar ella
norskar rithøvundar, sjónleikarar, politikarar, sangarar ella gøtunøvn í Reykjavík, Oslo ella Stokkhólmi, so hugsi eg, at tað man standa á hjá mongum, men biði eg tykkum nevna mær 10 danskar rithøvundar o.s.fr., so vænti eg, at støðan hevði verið øðrvísi. Hetta vóru bara nøkur dømi. Mong onnur kundu verið nevnd.
Hóast henda ríkisfelagsskap so var sambandið Føroya Danmarkar millum aðramáta so lítið, at donsk fyribrigdi, sum smátt um smátt fingu fótafesti okkara millum, vóru upptikin sum náttúrligur táttur av gerandisdegnum. Tað hevði undrað meg stórliga, um til dømis vøkru halgisiðirnir í føroysku fólkakirkjuni ikki hava sín uppruna í Danmark (Týsklandi?) - ella ið hvussu er niðri á meginlandinum. Danir hava í stóran mun slept teimum, men vit hava framvegis varðveitt mangar teirra sum okkara egnu.
Fyri fjøruti árum síðan var sambandið so lítið, at danskur politikkur, danskt mentanarlív (burtursæð frá bókaheiminum kanska) sum soleiðis, vóru sum býir í Russlandi. Danskur ella rættari útlendskur hugburður var okkum púra fremmandur. Vit livdu í føroyskari ostaklokku. Síðan eru stórbroytingar farnar fram: Sjónvarp, flogsamband, ríkidømi, ítróttartíðindi, tónleikur o.s.fr., o.s.fr. hava broytt hetta. Vit frætta nú um bilasamanbrestir í Herning, og hvussu nógv mál onkur føroyingur skorar í Ålborg. Ja, kjak.fo (sum nú er farið
í søguna) vildi til dømis í onkrum førum hava okkum at atkvøða um rein donsk viðurskifti. Hvat vita vit um íslendskan, norskan ella svenskan politikk?
Eg haldi kortini ikki, vit kunnu tosa um rættiligan mentanarfelagsskap Føroya Danmarkar millum sum soleiðis, tí mentanarfelagsskapur ber mentanarsamstarv við sær báðar vegir, og tað er tað jú ikki talan um. Vit verða ávirkað av danskari mentan og bæði donskum fólksligum og akademiskum hugburði, annað ber ikki til, soleiðis sum sambandið landanna millum er í løtuni. Eitt skerst, ið hvussu er, ikki burtur, okkum tørvar íblástur uttanífrá, og í løtuni og langt aftureftir hava vit fingið meginpartin av útlendskum íblástri og árinum úr Danmark - ikki úr Noregi og ikki úr Íslandi, men eitt er tó greitt nú, og tað er tað, at sambandið við Ísland økist í løtuni, og tað er ivaleyst bara at fegnast um, tí tað hevur við sær, at sum frá líður fáa vit fjølbroyttari,
rúmsáttari og gagnligari sjónarring.