Hetta er sera búgvið verk skrivað av búnari, tilvitaðari, avkláraðari kvinnu, ið veit, at stytsti teinurin er eftir. Mureldur

Ein farri av framtíð

'Ein farri av fráferð'. – Sjálvt heitið á nýggja yrkingasavninum eftir Sólrúna Michelsen boðar frá kensluni av onkrum til tíðir ræðandi, ófrættakendum, fremmandum. Samstundis boðar heitið frá einum longsli, onkrum kendum, tryggum. Alt hetta saman stendur handan hornið og bíðar tær.

Á Orð og tónum í annaðkvøld fara Sissal og Sólrún at tosa um nýggja savnið.

11.05.2016
Sissal Kampmann
Bókaprát

Hesin farri, henda kensla er tó eins óítøkilig og roykurin av bali shagginum, ið kemur frá hinum læandi gjøgnumskygda yvir av tær við køksborðið á tóma stólinum, kanska  í barndómsheiminum, á Argjum, har Sólrún vaks upp. Tú kennir luktin av roykinum, men tú sær hann ikki, tí royksins náttúra er gjøgnumskygd, hóast roykurin er so týðiligur og tjúkkur, tá hann smýgur sær innar í minnið, vitið og inn har, missurin, tapið og longsulin býr, at tú hevði verið førur fyri at skorið í hann.

 ein farri av fráferð
í luftini
gulnaður farri
av fúnan
og angi av rósum
áin og bringureyðin
láta
hitt tigur
í táminum
eg heilsi tær heyst
far væl
eg verði verandi
eitt bil

Tað ókenda, fremmanda bíðar tær í øllum tekstunum. Eisini í teim lættaru, stuttligaru, fittaru. Tað bíðar hóast vælkent myndamál, og litríkar samanberingar og leikandi orðaleik. Tað er nærverandi í hvørjum orði, og kanska tú roynir at skúgva burtur sannroyndina, tú veitst er har, men hon er bert ikki tín. Enn. Tí høvundurin veit, at hon skal ikki fara. Enn.

Tá tú hyggur um hornið, sær tú bert í bakið á hesum óítøkiliga myrka, men samstundis lokkandi ljósa. Tú ræðist og veitst, at um tú bara sært, um tú bara fært sett orð og tankar á, kanst tú temja og leggja henda ótta og ófrættakensluna niður. Tú nýtir tær snildir, tú lærdi gjøgnum lívið. Tú roynir teg við at kenna aftur. Tú vil eyðmerkja ánaran av hesum ryggi, tú tó bert fær farran av, tá tú hættar tær yvir til hornið, skeitur eitt sindur at tí, tú ikki vilt, skal vera har. Men tá tú sær, fær tú ikki reiðiliga fatur á heildini, hon glíður tær av hondum, júst tá ið tú helt, tú kendi hana og hevði fatur á henni. Tú skilir kanska heldur ikki, hvørjum ørindum viðkomandi kemur í, hvat hetta vil tær. Og tó.

í hesum skorpnaða lendi
skalt tú hava eyguni við tær
fólk smokka niður
í rivurnar
hyggur tú burtur
eina løtu
armarnir møðast
at hála flaggið
í hálva stong
eg hyggi at
føstu heystframsýningini
av logandi leyvi
og fruktum ið falla
og síggi ikki

Í hesum yrkingasavni, Ein farri av fráferð eftir Sólrúna er tað júst farrin, ið er hitt berandi. Saman við sorgblíðni og hugtyngdini er hann so darrandi nærverandi á hvørji blaðsíðu, har rúm ikki er fyri teknseting, stórum stavum ella heitum, ið siga tær, nær tú byrjar nýggjan tekst. Ein skjót, krevjandi gonga, men tú eigur ikki at fara inn í doyggjandi náttina uttan bardaga, eins og inngangsbønin á verkinum sipar til við orðum Dylan Thomas: do not go gently into that good night/old age should burn and rave at the close of day/rage rage against the dying of the light.

Yvir bókini sveimar sannroyndin og vitanin um, at lívið ikki er endaleyst, íhaldsleyst. Og hvat skulu vit gera við tað? Sólrún velur at skriva, og lesarin fær eina gávu við einum verki, ið er skrivað av kvinnu, ið nærkast sjeyti ára føðingardegi sínum, og tað er ikki á hvørjum degi, vit lesarar fáa slíka føðingardagsgávu á okkara leiðum.

Hetta er sera búgvið verk skrivað av búnari, tilvitaðari, avkláraðari kvinnu, ið veit, at stytsti teinurin er eftir. At til ber at lýsa hesa sannroynd uttan sentimentaltet, uttan at kenslurnar fáa takið á tær, ella at frásøgufólkið gerst beiskt og tekur offur- ella grátikonuleiklutin á seg verður víst í verki. Hetta er ein fragd og ein stór styrki við savninum, ið samstundis gevur eina rúgvu av vitan og lívsroyndum frá sær uttan at krevja nakað afturfyri. Hetta er savn, skrivað við eini smágentuhond, ið kennir seg trygga og elskaða av foreldrunum í frælsa barndómslandi, við ungu gentuhondini, hvørs framtíð liggur opin og full av møguleikum, av hondini hjá dóttrini, mammuni, konuni, ommuni. Av eini hond, ið kennir tyngdina av eini hond, ein annar eigur. Av eini hond, ið hevur havt so nógvar undirskriftir, at nú er nærum ongin av teimum av vanliga samfelagnum væntaðu eftir.

 

knappliga hoyrir tú
fuglasongin
og summarsins hjarta sláa
heilt inn at sálini
bara tí onkur eitt stutt bil
legði hondina á øksl tína
tyngdina av henni
kann eingin hjálpa tær við

 

Men ongin sigur, at tað altíð skal ganga eftir einum ætlaðum skema, og tað er júst har, høvundan gongur aðrar leiðir enn møguliga varð væntað, tí hon letur ikki aftur, takkar ikki fyri seg ella setur síðsta punktum. Hon dansar heldur ikki seinasta dansin, men bjóðar heldur upp til nýggjar, um enn meir royndar, einfaldar og tilvitaðar tónar, tá ið hon dansar í somu skóm hon var í, tá ið hon trein eitt gólv, sum í dag er meir enn fjøruti ár eldri enn tað var tá. 

 

lívið er einfalt
vit koma
vit fara
eingin verður verandi
í eini veitslu
tú dansar
til tú grætur
so hvørvur tú
saman við tí
sum gav meining
so leingi tú
kundu látast
ikki at varnast
meiningina
við at koma

 

Og tað er júst innar í hesa glaskláru vitan og lívsroyndir, høvundurin leggur á borðið tær 57 síðurnar, túrurin varir, vit verða boðin. Tað er innar í hetta rúmið, tú er boðin at sessast í tóma stólin, um tú væl at merkja torir inn um gáttina og um tú tolir ballroyk. Um tú vil síggja tilveruna gera burtur úr sær. Viðhvørt.

 

eg seti tær krússið
sum eg plagi
drepi sukurmolan
í kaffið
blundi
hendur tínar
veðurbardar brúnar
stappa vandaliga
tubbakki
niður í
rizlapappírið
tú hyggur upp
við skálkinum
í eyganum
sleikir pappírið
og meðan sukrið
bráðnar í munninum
hyggi eg yvir
á tóma stól tín
og kenni
ein farra
av golden shag
í luftini

 

Og glasið verður brotið eins og prisman av sólini, mánanum, stjørnunum og eisini av mjørkanum og regninum og vindinum í verkinum. Men hon, rithøvundin handan orðini, er fyrst og fremst menniskja. Tískil legst av og á eitt royktám yvir sjónina og yvir tilvitið, so tú fært andað, so tú fært verið til í øllum hesum skerandi klára. Har bert dulvitið fær loyvi at arbeiða víðari. Til skýmingin legst, og kaffi enn einferð verður skonkt í koppin, sessast verður í bleyta stólin í heiminum, ið hevur verið karmurin eitt langt lív. Karmurin, har børnini vuksu upp, hjúnalagið var á einum longum túri til skips uttan steðg, uttan íhald, roktúrar, silvitni, bummtúrar og túrar við fullfermdum fari. Á hesum túri, hava bylgjurnar brotið í bæði borð, aldudalarnir hava verið djúpir og kambarnir høgir. Ja, ein púra vanligur lívstúrur, ið tó hevur tann munin frá øðrum, at hann her verður feldur á blað.

Sólrún Michelsen varð heimagangandi, heimaarbeiðandi, meðan børnini vóru smá, men setti í 1974 fyritøku á stovn saman við manni sínum, har hon virkaði sum leiðari til hon í 2008 gjørdist høvundi burturav.

Hóast bert átta ár sum høvundur ber hennar virksemi boð um eina serstakliga virkna, føroyska rødd innan bókementir. Sólrún hevur síðan fyrstu útgávu sína, Argjafrensar, ið kom út í 1994 bæði skrivað stuttsøgur, skaldsøgur, yrkingar og barnabøkur. Hennara útgávulisti er langur og drúgvur, eins og innstillingarnar til og mótøkurnar av ymiskum prísum eru tað. Ein vildi mett, at Sólrún við hesum langa lista av bókaútgávum ikki hevði gjørt nakað annað enn at skrivað í lívinum, men viðhvørt er tað ikki ár, men tilfar, ið ger av, hvussu nógv kemur av skafti.

 

nei hin gamla
nú er ikki at gevast
á hondum
sært tú ikki at lívið er avsett
klúka nú
hasa restina

---

Ein farri av fráferð kostar 198,- og kann keypast her

11.05.2016
Sissal Kampmann
Bókaprát

More articles