Miðvágur 1892 - Myndina hevur Sofía í Kirkjastovuni tikið. Hon var systir Ólav í Kirkjastovuni. Hon fór í 1890 yvir til Noregs at læra til fotograf, kom heim at ferðast í 1896, gjørdist sjúk og doyði bert 36 ára gomul.

Stórfingið tiltak í Beitinum í Miðvági

Leygarkvøldið fara vit at hátíðarhalda Svabo og Mikkjal og Rasmus í góðum hýri. Vit leggja fram fýra bøkur um og eftir fýra víða gitnar vágamenn. Tað verður lagt upp til eitt veruligt hugnakvøld við tónleiki, hugleiðingum og sangi.

10.11.2016
Jonhard Mikkelsen
Ymist

Man nøkur onnur bygd hava fostrað so nógv fólk, sum hava lagt so sjónskar slóðir eftir seg í føroyskari mentasøgu sum Miðvágur? Tað verður so javnan víst til avrikini hjá Svabo og Mikkjali og Rasmussi. Hesi avrikini, sum hava so varandi virði.

Teir høvdu nógvar felagsnevnarar: teir vóru bæði listamenn og granskarar, teir brutu allir upp úr nýggjum, fluttu okkum fram á ymsan hátt, men skrásettu samstundis alt tað, sum eyðkendi ta tíðina, sum var um at fara um sýn. 

Eitt ótrúligt víðskygni áttu teir. Teir skiltu nútíðina, virdu fortíðina og høvdu ein ótrúligan vilja at hugsa og gera eitthvørt munagott fyri framtíðina.

Kvøldið verður skipað á sama hátt, sum vit hava skipað Orð og tónar fleiri ferðir á Reinsarínum í Havn hetta seinasta árið. Vit leggja verkini fram saman við hugleiðingum um verkini og um tey, sum eiga verkini, og hava góðan tónleik og sang afturvið.


SKRÁ - 12. november kl. 19 (tiltakið er ókeypis)

  • Ólavur Jakobsen og Angelika Nielsen - 3 løg úr nótabókini hjá Svabo
    Jonhard Mikkelsen: Í upplýsing og tjóðskapi
    Ólavur Jakobsen og Angelika - 3 løg úr nótabókini hjá Svabo 
  • Guðrun Gaard - um abba mín Rasmus á Háskúlanum
    Felagssangur - At kanna duldu lívsins lóg. Knút Olsen spælir undir 
  • Avdúking - Rósa Samuelsen fer at avdúka okkurt forvitnisligt 

Steðgur – fiskasúpan og vín

  • Ólavur Jakobsen og Bára Svabo Samuelsen - Fjallboð og Ávegis
    Jákup Reinert Hansen sigur frá um Mikkjal á Ryggi
    Felagssangur - Steinstólpan. Knút Olsen spælir undir 
  • Gulberg Gulfosss - Nøkur minnisbrot um Mikkjal
    Felagssangur. Smálombini spæla  

 Emil Bruun: Petur Arabo
Emil Bruun, sum var prestur í Vágum nøkur ár seinast í 19. øld, skrivaði skaldsøgu um Petur Arabo í 1892. Hon varð sjálvandi skrivað á donskum, men nú hevur Tummas Lenvig týtt hana. Skaldsøgan byggir á søgnina um Beintu og Petur Arabo.

Reidar Djupedal: Jens Chr. Svabo
Reidar Djupedal, sum var professari við læraraháskúlan í Tróndheimi, skrivaði í fimmtiárunum um Jens Chr. Svabo í Varðanum. Greinirnar, sum m.a. Karsten Hoydal týddi, eru settar saman til bók um lív og ætlanir hjá  Jens Chr. Svabo.

Rasmus Rasmussen: Sær er siður á landi
Tann triðja er ein nýggj útgáva av endurminningunum Sær er siður á landi eftir Rasmus á Háskúlanum. Bókin er í størri broti við nógv fleiri og størri myndum enn gamla útgávan.

Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin
Tann fjórða, sum er høvuðsútgávan, er ein nýggj skreytútgáva av Fuglabókini hjá Mikkjali á Ryggi.

Mikkjal fekk ongantíð ta bókina, hann ynskti sær – hann var stak misnøgdur við prentið og kendi tað næstan sum arbeiðið hevði verið burturspilt. Nú eru allar upprunatekningarnar saman við Mikkjalsa tekstum endurprentaðar í stórari skreytbók, sum enntá er í húsa.

 

 

10.11.2016
Jonhard Mikkelsen
Ymist

More articles