Fuglabókin
Hvat kann ein nýggj útgáva av tí gomlu Fuglabókini, burtursæð frá at bøta um ein gamlan skaða og endurgeva fuglatekningarnar so vakurt, sum prentlistin nú er før fyri? Hví hevur tað týdning at fáa hana út til nýggj ættarlið?
Fuglarnir koma ikki bara fyri í Fuglabókini, teir eru eisini í so nógvum øðrum, Mikkjal hevur skrivað: í greinum og stuttsøgum, í yrkingum, kvæðum og sálmum. Eftir hansara fatan eru teir ikki bara ein partur av tí føroysku náttúruni, men eisini ein ómetaliga týdningarmikil partur av føroyskum mentanarlívi.
Tá ið hetta er hansara fatan, noyðist Fuglabókin eisini at vera eitt hugvísindaligt verk. Meira vanligur ein fuglur er, og størri týdning hann hevur havt í føroyskum vinnulívi, í pátrúgv og sum tiltak, tess meira ger Mikkjal burturúr.
---
Í sambandi við Fuglabókina hava vit prentað nakrar plakatir (A4):
Kvørkveggja
Lundi
Músabróðir
Ravnur
Bringureyði
Lomvigi
Steinstólpa
Tjaldur
Títlingskongur
Drunnhvíti
ORÐ OG TÓNAR februar 2017:
Ólavur Jøkladal og aðrir tónleikarar við solistum spæla her Steinstópluna eftir Mikkjal á Ryggi. Ólavur hevur smíðað lagið.