ORÐ OG TÓNAR á Bókadøgunum 2018
Sprotin skipar fyri hugnaligum ORÐ OG TÓNUM sunnudagin kl. 17 í Norðurlandahúsinum. Eyðun Nolsøe, Jógvan Isaksen, Gunnar Hoydal, Sissal Kampmann, Knút Eysturstein og Teitur Lassen eru við.
Vit varpa ljós á tvær bøkur. Onnur er savn við øllum tekstunum hjá Gunnari Hoydal í bundnum máli. Egnum yrkingum, kabaretttekstum og týðingum. Tónar úr innastu tøgnini verður løgd fram á Bókadøgunum.
Hin er um yrkjaran og tónaskaldið Regin Dahl frá tí, at hann fer til Danmarkar sum heilt ungur at ganga í skúla og øll lívs- og yrkisleið hansara. Henda bók verður á marknaðinum í vár.
Øll eru vælkomin.