Orð og tónar 31. januar
So byrjar Sprotaárið aftur. Tað byrjar við nógvari kraft.
Yvirskriftin til hóskvøldið er: "Kynstrið at doyggja, at renna og liva eitt ógáað lív"
- Jógvan Isaksen hevur skrivað bók um yrkingasavnið Gudahøvd eftir Jóanes Nielsen. Teir báðir fara við hesari bókini í hondini at skifta orð um gudsfatan, deyða, sambond millum faðir og son, politikk og onnur stórevni.
- Pauli Nielsen hevur týtt tvær bøkur eftir japanska rithøvundin Haruki Murakami. Hann greiðir í stuttum frá teimum og tiltaki, sum verður í NLH tann 14. Februar, um skaldskapin hjá Murakami.
- Carl Johan Jensen kemur við nýggjari skaldsøgu í heyst. Hann fer at greiða frá hesari bókini, sum er onnur í einum tríbindverki, sambandinum við skaldsøguna Sær, ið kom út í fjør, og fer at lesa burtur úr handritinum (les eisini greinina Tá/ ...orð eru terningar, ið Guð kastar við).
Ólavur Jakobsen fer við gittara sínum at standa fyri tónleikinum.
Kom oman á Reinsaríið hóskvøldið til 'Orð og tónar'. Set teg upp afturá. Njót løtuna. Fá tær ein kaffimunn, eina øl ella eitt glas av víni afturvið.