Í dag, 10 ár eftir at orðabókaportalurin varð lagdur út, kunnu vit fegnast um, at føroyskar orðabøkur verða dúgliga brúktar.

Orðabókapallurin og misskiljingar

Orðabókaportalin, soleiðis sum vit kenna hann nú, gjørdi Sprotin í 2010. Nú, 10 ár eftir at hann varð lagdur út, kunnu vit staðfesta, at portalurin hepnaðist sjaldsama væl. Fólk tóku hann til sín, fóru at sláa upp í orðabók sum ongantíð áður og gjørdu sær enntá sagnorðið at "sprota".

07.04.2020
Sprotin
Ymist

Men tað eru serliga tvær misskiljingar, sum javnan stinga seg upp. Niðanfyri er kunning um, hvussu “Orðabókadagføringar” og “Send viðmerking” virka. 
   

Orðabókadagføringar

Tvær ymiskar dagføringaskipanir eru grundarlag undir orðabókaportalinum. Sprotin eigur aðra og Orðabókagrunnurin  hina. Orðabókagrunnurin (OBG) verður umsitin á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.
 
Bøkurnar, sum verða dagførdar í skipanini hjá Sprotanum, eru: fø-en, en-fø, da-fø, tý-fø, fø-sp, gr-fø, fr-fø, ru-fø, fø-ki, ki-fø, sam, alfr, tilt, yrk og búsk.
Bøkurnar, sum verða dagførdar í skipanini hjá OBG, eru: fø-fø, fø-da, da-fø, fø-tý, sp-fø, fø-it og navn. Harafturat verða føroysku bendingarmynstrini dagførd í skipanini hjá OBG.
 
Serliga er ein munur ímillum skipanirnar. Dagføringar, sum verða gjørdar í skipanini hjá Sprotanum, síggjast á orðabókaportalinum í somu løtu, tær verða framdar. Verður kagað niður í høgra bredda á orðabókaportalinum, sæst t.d., nær eitt nýtt orð er lagt inn. 

Dagføringar sum verða gjørdar í skipanini hjá OBG síggjast ikki í somu løtu á orðabókaportalinum. Men tað merkir ikki, at ongar dagføringar verða gjørdar í orðabókunum hjá OBG. Dagføringarnar verða almennar, tá ið OBG heldur, at tíðin er búgvin at leggja eina nýggja útgávu út – tá verður nýggj fíla send teldufólkunum á Sprotanum, sum síðan leggja fíluna inn á orðabókaportalin. Seinasta dagføringin hjá OBG verður løgd inn í orðabókaportalin hesa vikuna - felagið QODIO, sum er okkara teldusamstarvsfelagi, leggur allar dagføringarnar inn í orðabókaportalin í samráð við OBG.

Sama mannagongd er við føroysku bendingarmynstrunum. Bendingarmynstrini eru tó „teldugjørd“, og tí verður hendan fílan dagførd javnan. Dagfesting verður ikki upplýst.

 

 

Send viðmerking

22 orðabøkur eru á orðabókaportalinum nú, og hvør bókin hevur sín ritstjóra (ritstjórin dagførir, leggur nýggj orð inn o.s.fr.). Fyri at lætta um samskiftið millum brúkara og ritstjóra ber til at senda viðmerking beinleiðis til rætta viðkomandi. Tað merkir, at hevur tú viðmerkingar til FØ-FØ, so fara boðini til Orðabókagrunnin og ongan annan. Eingin annar enn Orðabókagrunnurin fær viðmerkingina, og eingin annar enn Orðabókagrunnurin kann svara viðmerkingini. Og sjálvandi kann eingin annar enn Orðabókagrunnurin broyta nakað í FØ-FØ – bara sum dømi.

Vit á Sprotanum gera nógv burturúr at svara teimum nógvu og góðu viðmerkingunum, sum brúkarar senda okkum dagliga. Vit halda, at tað er sera týdningarmikið, at brúkararnir verða tiknir við upp á ráð. Eisini verða nógv uppskot um nýggj orð send til teir ymsu ritstjórarnar. Mannagongdin er tann sama sum "Send viðmerking".

 

Samstarv og menning

Samstarvið millum Sprotan og OBG hevur virkað væl. Vit kundu tó hugsað okkum, at dagføringar av øllum bókunum vórðu gjørdar á somu dagføringarskipan. Tað hevði verið til gagns fyri brúkaran. 

Men hagtøl lúgva ikki. Og orðabókahagtølini seta met mánað eftir mánað. Stóra framgongdin var í 2015, tá ið MMR og Kommunufelagið tóku lógvatak og keyptu eitt felags hald til orðabókaportalin, so at bøkurnar vórðu atkomuligar hjá øllum heimsins borgarum. 

Í dag, 10 ár eftir at orðabókaportalurin varð lagdur út, kunnu vit fegnast um, at føroyskar orðabøkur verða dúgliga brúktar. Í mars 2020 brúktu 59.665 brúkarar orðabøkurnar (sí orðabókahagtøl her). Hetta eru tøl, sum vit bert droymdu um, tá ið vit lótu talgilda orðabókaportalin upp fyri sløkum 10 árum síðan. 

 

 

 

07.04.2020
Sprotin
Ymist

More articles


#}