Hvat varð av Tóroddi í vár?
Hann plagar at vera ógviliga stevfastur og koma við einum savni við jøvnum millumbili. Men ikki í vár
Misti hann pippið?
Er hann tornaður upp?
Nei.
Hansara útgáva varð darvað av virus-kreppuni.
Og tá ið bókin varð prentað, høvdu bókhandlararnir útsølu – og tá geva vit ikki nýggj yrkingasøvn út.
Men nú er hann her.
BOND – eitur nýggja yrkingasavnið eftir Tórodd, og hann er eins hittin, rittin og prippin sum altíð.
Á einari síðu sigur hann:
eitt fjall
við
síðum
eygnabrúm
starir
at mær
sum um
eg eri
løgnari
enn tað
Og á einari aðrari:
teir spæla
billiard
og minnast
grindadráp
í gomlum
døgum
tá ein maður
var ein maður
og eitt hvalvákn
eitt hvalvákn
---
BOND eftir Tórodd Poulsen er 100 blaðsíður og kann keypast her: https://sprotin.fo/products/969/bond