Corpus delicti - eitt rættarmál
CORPUS DELICTI sipar til aðalregluna, at brotsverk má verða prógvað at vera framt, áðrenn nakar kann verða dømdur fyri at hava framt tað.
Mia Holl livir sítt lív í einum ríki, sum er stýrt eftir Metoduni (minnir í mongum um 1984 eftir Orwell), har góð heilsa og at røkja góða heilsu er evsta skylda hjá borgarunum. Øll mugu geva seg undir og senda myndugleikunum dátur um heilsu og svøvn hvønn mánað, og kropsligar venjingar eru kravdar.
Mia er bæði ung, vøkur og vird sum vísindafólk og tykist ganga undir alt hetta, men hon hevur eitt intellekt, sum stríðist ímóti hesi skipanini.
Hon er sannførd um, at beiggi hennara av órøttum varð dømdur fyri álvarsligt lógarbrot, hann ikki hevur framt, og hon setur seg upp ímóti hesum valdinum.
Bókin lýsir eitt hugsað dystopiskt samfelag í okkara øld, har prædikan um at vera sunnur og perfektur er farin út um øll mørk og hevur tikið valdið. Stak áhugaverd tankaroynd.