Juli Zeh
Fyrsta bók hennara kom út í 2002 og vann Deutscher Bücherpreis fyri bestu fyrstu skaldsøgu hetta árið. Hon hevur skrivað fleiri skaldsøgur síðan.
Juli Zeh hevur lisið løgfrøði og tók løgfrøðiprógv í Passau og Leipzig. Hon er nú doktari í altjóða rætti frá Universität Saarbrücken.
Síðan 2019 hevur hon verið heiðursdoktari við grundlógardómstólin í statinum Brandenburg. Umframt hetta hevur hon prógv frá Deutsches Literaturinstitut Leipzig.