Hvør drap bambi?
Býurin er at vísa seg ein glæsiligur forstaður, men í kjallaranum í tí eina húsinum dukar ein djúpur bassur.
Tað er veitsla, og her hendir ein grov hópneyðtøka.
Teir fýra brotsmenninir eru allir úr góðum heimum, eisini ofrið, ið er skúlafelagi teirra.
Tvær mammur at brotsmonnunum – onnur operasangarinna og hin dagligur leiðari í tankasmiðjuni Gullkelduni – hava verið vinkonur leingi og gera alt fyri at minka um skaðan á umdømið hjá familjunum: „Nú blaða vit um, og ein fagran dag hava vit blaðað so mangar síður um, at einki av hesum hevur nakrantíð borist til.“
Barndómsvinur hjá dreingjunum, Cosmo Brant, ætlar sær tað beint øvuta og boðar frá, at hann fer at gera ein film um neyðtøkuna við heitinum Hvør drap bambi?
Hvør drap bambi? er skaldsøga um at vilja gloyma og um at krøkja seg fast í minnið. Um søgur, ið fara í fillur, og familjur, ið syndrast. Hetta er eisini ein skaldsøga um sakloysi og álit og kærleika, sum aldri doyr.
Bókin fekk Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2020.