Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Daniel Wedel
Bólkur/ar: Leikrit
Upprunaland: Føroyar
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-433-1

Leikritið Ó - Søgur um djevulskap

Daniel Wedel
Leikur, bygdur á skaldsøguna eftir Carl Jóhan Jensen

Hvør drap Bænadikt Conradsen, slaktaran í Gásadali? Hvør er  Matthias J. Danielsen í roynd og veru? Trúboði? Djevul? Hvør ber í grundini djevulskapin í sær?

Hon er nógv umtalað. Hon er elskað. Hon er útskeldað. Hon er útseld. Hon er virðislønt. Hon er Óendalig. Hon er Ógloymandi! Bókin! Las tú hana nakrantíð? Nei? Tað bilar onki. Tí nú er leikritið her.

Sjónleikurin, sum byggir á fyndugu, djúpu og djevulskt spennandi skaldsøguna Ó - Søgur um djevulskap. 

Demonar, ræðsla, blóð, andar, dráp, veitsluborðhald, girnd, tráan, longsul, níðingssverk, líkskoðan … tað drýpur, og tað spøkir í hesi blóðugu morðgátu, sum avhylur tað allardøkkasta í mannasinninum. Tá ið sálin verður hertikin av djevlinum og fremur hansara andstyggiligastu gerðir.

Vit bjóða tær vælkomnum til eitt Ó-gloymandi kvøld í Norðurlandahúsinum, har tú kemur við á ferð í tíð og rúmd og djúpt inn í skýmaskotini í hesi Ó-loystu morðgátu.

Nøgd
Vanligur prísur
kr. 100,00
Klubbaprísur
kr. 80,00
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Aðrar bøkur Daniel Wedel

Aðrar bøkur Leikrit

Veitslan
148,00
LeikREAD 2015
198,00
LeikREAD 2013
198,00
Stovugenturnar
129,00
Tóm rúm
179,00
Nýtíðarleikir 1
188,00