Tóm rúm
Kanska ber tað til at finna eydnuna, tá ið høpisloysið fløðir, og tómleikin oysir niður. Ella í øllum førum at hóma hana. Gleðina. Tá ið søgur uttan kjøt og blóð missa sína gandamegi, og náðin, tú helt teg síggja, vísir seg at vera endurspegling av tínari egnu ræðslu.
Tey leita í leikinum tóm rúm. Kaga í skuffur og minni, lata upp og læsa aftur, trilva og tiga. Kanska er tað tómt handan forhangið, og kanska er einki loynirúm við arvasynd. Men ber tað til at feira heimleysa sirkuslívið? Ber tað til at skapa sær eitt glopp, eitt tómrúm, har mann fær livað og andað?
--
Marjun Syderbø Kjelnæs er fødd í Tórshavn 30. apríl 1974.
Marjun skrivaði síni fyrstu verk beint eftir aldaskiftið, og eina heiðurliga slóð av viðurkenningum hevur hon longu lagt eftir seg.
Í 2012 læt hon úr hondum yrkingasavnið Rót Tripp, sum sannførandi vísti, at hon sum lyrikkari brýtur upp úr nýggjum.
Sami tóni og sama dulda snið er í hesum leikinum. Ósjónligu bondini, ið binda menniskju, ættarlið og fatanir saman, laða eisini upp ósjónlig mørk millum menniskju, sum eru í rúmum, ið onkursvegna eru tóm.