Vatn er ein vátur logi
Hvat hendir, tá ið aldurin liðar tilvitið sundur, so tað alt í einum liggur sum eitt hálvlagt putlispæl í høvdinum við mongum villfremmandum brotum?
Vatn er ein vátur logi tekur demens-spurningin upp frá einum tilveruligum sjónarmiði og gevur honum eina samtíðarliga vídd í einum føroyskum samanhangi.
Hetta er lívssøgan hjá eini eldri kvinnu, eins og hon minnist hana í sínum viknaða sinnisliga tilstandi, einsamøll og yvirgivin í eini íbúð onkustaðni í miðbýnum í Havn. Tað skýmir fyri endanum.
Ymiskt burturtrokað streingir á og heimsøkir hana fyri tað ógjørda í lívinum og forsømda, ikki síðst kærleikan.
Enn eitt fyndargott og viðkomandi verk eftir høvundin, sum skrivaði Ó – søgur um djevulskap.
---
Hoyr prátið við Carl Jóhan Jensen í NÓN 13. oktober 2021 her