Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Sune Joensen
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Archibald Black
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-431-7
Útgávudagfesting: 15. november 2021
Síður: 136

Sluppin

Sune Joensen

Sune Joensen setur við hesum verki ein sjaldsaman varða yvir skipið, ið legði lunnar undir føroyskan fiskiskap á fjarleiðum.

Hóast vrakað av onglendingum, komu hesi skip at verða grundstuðulin í føroyskum vinnulívi í langa tíð.

Tann fyrsta varð keypt í 1872. Tað eru tí 150 ár liðin, síðan sjøtul varð settur á tað virksemið, sum seinni kollvelti

føroyska bóndasamfelagið.

Men hvussu sigldu menn tvørtur um høv við hesum førum? Hvussu vóru tey riggað?

Sune hevur skrásett og teknað hvønn smálut og hvønn togenda á sluppini og greiðir í hesari bókini frá, hvussu hvørt sprek í farinum varð nevnt og brúkt.

---

BLAÐA Í BÓKINI HER: https://issuu.com/sprotin/docs/sluppin_22x28_content

---

LES UMMÆLI Í NORÐLÝSINUM HER: Visuelt valaverk og virðiligur varði. 

LES UMMÆLI Í DIMMU HER: Pikkfall og hundsvottur 

Nøgd
Prísur
GBP40.97
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Sune Joensen

Fólkalívsmyndir
GBP35.08

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Nýggj
Fuglar okkara
GBP94.19
Børn í heimsveldi
GBP46.86
FØROYASMAKKUR
GBP69.46
FAROE ISLANDS FLAVOUR
GBP69.46
Sálareyga
GBP46.86
Verði ljós
GBP40.97