Sluppin
Sune Joensen setur við hesum verki ein sjaldsaman varða yvir skipið, ið legði lunnar undir føroyskan fiskiskap á fjarleiðum.
Hóast vrakað av onglendingum, komu hesi skip at verða grundstuðulin í føroyskum vinnulívi í langa tíð.
Tann fyrsta varð keypt í 1872. Tað eru tí 150 ár liðin, síðan sjøtul varð settur á tað virksemið, sum seinni kollvelti
føroyska bóndasamfelagið.
Men hvussu sigldu menn tvørtur um høv við hesum førum? Hvussu vóru tey riggað?
Sune hevur skrásett og teknað hvønn smálut og hvønn togenda á sluppini og greiðir í hesari bókini frá, hvussu hvørt sprek í farinum varð nevnt og brúkt.
---
BLAÐA Í BÓKINI HER: https://issuu.com/sprotin/docs/sluppin_22x28_content
---
LES UMMÆLI Í NORÐLÝSINUM HER: Visuelt valaverk og virðiligur varði.
LES UMMÆLI Í DIMMU HER: Pikkfall og hundsvottur