Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Stefan Zweig
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Týðari: Knút Olsen
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-455-3
Útgávudagfesting: 10. februar 2022

Magellan

Stefan Zweig

Portugisiski rannsóknarmaðurin Ferdinand Magellan (1480–1521) er ein av heimsins kendastu sjófarum – hann sigldi sum tann fyrsti av øllum frá Atlantshavi til Kyrrahav og stóð á odda fyri fyrstu sjóferðini at sigla kring allan knøttin, tó at hann læt lív á ferðini.

Í hesi ævisøguni birtir Zweig lív í øldina við teimum mongu rannsóknarferðunum og sigur søguna um eina ta djarvastu royndina. Á sín egna sniðfundiga hátt ger hann ferð við okkum, har vit samstundis rannsaka okkum sjálv.

Longu sjóferðina fíggjaðu spanski kongurin Karl V og ein niðurlendskur handilsmaður, Christopher de Haro, og endamálið við ferðini var ikki gull, heiður og Guð, sum oftast verður hildið, men matur! At fáa smakk í matin hjá evropearum. Krydd sum pipar, kanel, muskatt og nelikar fekst ikki í Evropa. Tað varð innflutt ígjøgnum arabiskar handilsmenn og var ørandi dýrt. 

Krydd var so virðismikið, at hóast bert tað eina av fimm skipum kom aftur í 1522, gav tann kryddlastin stórt yvirskot av ferðini, ið annars vardi í trý ár og kostaði 237 monnum lívið.

Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Nøgd
Vanligur prísur
GBP40.15
Klubbaprísur
GBP32.12
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk

Aðrar bøkur Stefan Zweig

Heimurin, ið var
GBP40.15

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Ross og fólk
GBP45.91
Veðursjúka
GBP27.46
Sanna Dahl
GBP45.91
Góðkrút
GBP51.68
Hugleiðingar av marbakkanum
GBP40.15
Reyn, kæra Reyn
GBP51.68