Suðurgluggin
Skaldsøgur eru ein mylnusteinur
um hálsin á einum høvundi.
Ein rithøvundur situr í summarhúsinum hjá einum vinmanni tætt við eina lítla bygd og roynir at skriva eina skaldsøgu – ein uppgáva, sum er strevin at fáast við, tí rithøvundurin hevur ringt við at koma á lagið. Lítið kemur burturúr, og lokið liggur í heilum á skrivimaskinuni. Rithøvundurin hevur lítið samskifti við onnur fólk og tykist hava sligið seg til tols við, at hjá einum listafólki kann avbyrging vera neyðug. Hóast lítið kemur á skaftið, fær lesarin ein gyltan møguleika at læra ein áhugaverdan og fjølbroyttan persón – umframt fólk og umhvørvi – at kenna –.
Í SANDÁBÓKINI, sum áður er komin út, lýsti Gyrðir Elíasson somu viðurskifti, men tá við einum listamálara sum høvuðspersóni. Í SUÐURGLUGGANUM skrivar Gyrðir Elíasson eina nýggja og viðkomandi søgu um leiklutin hjá einum øðrum listafólki, hesa ferð einum rithøvundi.