Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Sára Mikkelsen
Umbrot: Sára Mikkelsen
Bókin kemur til landið uml. 1 okt.

Fuglar okkara

Jórun Pólsdóttir, Silas Olofson
Stórverkið eftir Jórun Pólsdóttir og Silas Olofson verður á marknaðinum um leið 1. oktobur.
Til ber at keypa verkið her longu nú.

Jórun Pólsdóttir og Silas Olofson hava síðan 2017 arbeitt miðvíst við eini nútíðar bók um fuglar í Føroyum. Bókin, ið ber heiti ’Fuglar okkara’, lýsir í teksti og myndum øll villini fuglasløg, sum skrásett eru í Føroyum. 

Endamálið við Fuglum okkara er at kunna um fjølbroytta fuglalívið, sum er í Føroyum. Bókin er ætlað sum hjálp at eyðmerkja fuglar og skapa gleði og alsk til føroyska náttúru og fuglalív. Bókin hóskar bæði væl sum prýðisbók heima við hús, og sum tilfar til undirvísing í skúlum og á stovnum. Teksturin hevur fakliga tyngd, og bókin hevur hópin av stórum myndum, sum bæði stuðla tekstin og eru fragd fyri eygað. 

Fyri øll fuglasløg er tekstur um at greina fugl, um livihátt, hvussu fuglurin flytur, og hvat hann etur, umframt myndir av fuglinum av báðum kynum og í ymiskum búnum. Serliga nógv er gjørt burtur úr føroysku búfuglunum, har m.a. eisini eru tekstabrot um, hvussu fuglurin reiðrast og myndir av eggum. Annar tekstur er m.a. um atburð í náttúruni, hóttanir móti fuglalívi og um føroyska fuglaárið. Harumframt eru allar skrásetingar av øllum sjáldsomum fuglum við í bókini.  

Bókin verður útgivin í trimum stórum bindum í húsa, saman við eini fikkubók at hava í lummanum.

Bókin verður á marknaðinum um leið 1. oktobur í ár.

Stødd: 22x28 cm

Síðutal: 1500

3 bind í flottum húsa + fikkubók

Søluprísur: 800 kr

Nøgd
Vanligur prísur
kr. 800,00
Klubbaprísur
kr. 640,00
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

 

 

Um høvundin Jórun Pólsdóttir

Jórun Pólsdóttir er fødd í 1990, búsitandi Undir Gøtueiði, útbúgvin lívfrøðingur og hevur í virki sínum arbeitt við fuglafrøðiligum kanningum av føroyskum búfugli og er virkin í Føroya Fuglafrøðifelagi. Jórun starvast á Havstovuni og arbeiðir við uppsjóvarkanningum. 

Um høvundin Silas Olofson

Silas Olofson er føddur í 1983, búsitandi í Hvannasundi, útbúgvin gudfrøðingur og hevur altíð havt ein serligan áhuga í fuglalívi. Silas hevur eygleitt fugl frá barnsbeini og hevur fingist nógv við fuglafrøðiligt arbeiði, bæði professionelt og sum frítíðarvirksemi. Umframt at vera fuglakønur er Silas fuglamyndamaður og brúkar nógva tíð í fjøllum og fjøru at eygleiða og avmynda fugl. Ígjøgnum nógv ár hevur hann miðvíst avmyndað fugl í Føroyum við tí fyri eyga at geva út eina fuglabók við myndalýsingum av fuglalívinum í Føroyum.

Aðrar bøkur Jórun Pólsdóttir

Aðrar bøkur Silas Olofson

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Børn í heimsveldi
398,00
FØROYASMAKKUR
490,00
FAROE ISLANDS FLAVOUR
490,00
Sálareyga
398,00
Verði ljós
348,00
Góður gamal kristindómur
248,00