Fuglar okkara
Jórun Pólsdóttir og Silas Olofson hava síðan 2017 arbeitt miðvíst við eini nútíðar bók um fuglar í Føroyum. Bókaverkið, ið ber heiti FUGLAR OKKARA, lýsir í teksti og myndum øll villini fuglasløg, sum skrásett eru í Føroyum.
Endamálið við FUGLUM OKKARA er at kunna um fjølbroytta fuglalívið, sum er í Føroyum. Bókaverkið er ætlað sum hjálp at eyðmerkja fuglar og skapa gleði og alsk til føroyska náttúru og fuglalív. Verkið hóskar bæði væl sum prýðisbók heima við hús, og sum tilfar til undirvísing í skúlum og á stovnum. Teksturin hevur fakliga tyngd, og bókin hevur hópin av stórum myndum, sum bæði stuðla tekstin og eru fragd fyri eygað.
Fyri øll fuglasløg er tekstur um at greina fugl, um livihátt, hvussu fuglurin flytur, og hvat hann etur, umframt myndir av fuglinum av báðum kynum og í ymiskum búnum. Serliga nógv er gjørt burtur úr føroysku búfuglunum, har m.a. eisini eru tekstabrot um, hvussu fuglurin reiðrast og myndir av eggum. Annar tekstur er m.a. um atburð í náttúruni, hóttanir móti fuglalívi og um føroyska fuglaárið. Harumframt eru allar skrásetingar av øllum sjáldsomum fuglum við í bókini.
Bókaverkið verður útgivin í trimum stórum bindum í húsa, saman við eini fikkubók at hava í lummanum.
---
Stødd: 22x28 cm
Síðutal: 1500
3 bind í flottum húsa + fikkubók