Setorð
Arnbjørn hevur sín egna medativa og í støðum absurda stíl, men dregur ógviliga viðkomandi evni inn í yrkingarnar, sum eru um lívið, tá ið tú ímillum so mangt annað hongur fastur, tá ið tú sært, hvussu vit skala vøkstur og lív kring okkum, hvussu vit vevjast í okkara egna skugga, um kynstrið at yrkja.
Tvey dømi:
tíð
tá eg hyggi
eftir trænum
í tínum nýggja
hava síggi eg
fuglar og frøist
um árstíðirnar
fái hug at siga
"tygum" og kenni
greinar og várbløð
spretta innan í mær
blómur blóma
millum ormverurnar
og kvistarnar
í trænum
meðan tú startar
tína nýggju motorsag
gongur fattur
við henni yvir
móti tí og pilkar
tað niður grein
fyri grein
árstíðirnar fuglarnar
árringarnar
og eg blundi
og sigi onki
tí eg veit ongi orð
setorð
eg lati meg upp
í hendur tarans
standi á botni lesi vatn
litir sum renna upp
eftir blaðsíðunum
geri meg leysan og
fangi eitt skjálgrut
kombikk og fylli
upp í spannir
av orðum at seta
niður tá ið alt er
uppi