Vøruslag:
Pappírsbók
Høvundur/ar:
Arnbjørn Ó. Dalsgarð
Bólkur/ar:
Yrkingar
Upprunaland:
Føroyar
Umbrot:
Sára Mikkelsen
ISBN:
978-99972-1-505-5
Útgávudagfesting:
13. november 2022
Tykisljóð
Arnbjørn Dalsgarð er á marknaðinum við nýggjum savni við sjaldsomum metayrkingum. Yrkingar um at yrkja og síggja tilveruna úr snaraðum vinklum kanska ofta millum tað, ið tykist, og tað, ið er. Yrkingarnar krevja, at lesarin vil liva tað lív, sum yrkingin skapar eina løtu. At síggja tað lív, ið er inni í tí formi, sum er karmur um innihaldið í orðinum.
fuglar
eg skrivi fuglarnar
sum eg hoyri og síggi inn
í hesa yrking sum fer
á flog av øllum veingja
brestunum og hvørvur inn
í bláa pappírið
í seinnu helvt lendir yrkingin aftur
her á borðinum og spyr
hvat hon skal gera
við teir fjaðurskotnu fuglarnar
sum sótu eftir
eg svari í nútíð
at ljósið og tíðin nokk
skulu finna eina loysn
og fái mær aftur upp
í nevið
Nøgd
Prísur
kr. 198,00
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).
Aðrar bøkur Arnbjørn Ó. Dalsgarð
Setorð
198,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Føroysk blaðsøga 1852-2002
159,00
Aðrar bøkur Yrkingar
Yvir um ferð
248,00
Landslagið vil ikki eiga teg
198,00
Stjørnulýsi
248,00
Meðan glerið svevur
248,00
Vit skulu upp og avstað
198,00
Allir luktir örkymla mín staðarsans
198,00