Spor, ið verða til - Nýggjur føroyskur grafikkur
Framsýningin Spor, ið verða til – Nýggjur føroyskur grafikkur tekur eitt fet aftrat, tá ið hugsað verður um siðbundnan grafiskan teknikk, við at leggja verkini fram í einum víðkaðum grafiskum geira. Her er ikki bara siðbundin grafikkur gjørdur á maskinu, men eisini verk gjørd í hond ella talgild. Verkini hava tað í felag, at tey eru grafisk í sínum úttrykki, ella at tey á ymsan hátt standa á herðunum á tí grafisku siðvenjuni. Annaðhvørt sum litur, tilfar ella stílur. Á frískligan hátt spreingja vit soleiðis karmarnar um okkara siðbundnu áskoðan á grafiska miðilin.
Tey listafólkini, sum umboðað eru á framsýningini, arbeiða øll yrkisliga við myndlist, høgglist, installasjónum, rúmprýðingum ella grafikki í dagliga yrkinum, sum merkir, at tey øll hava hugsað um, hvørjar menningarmøguleikar teirra verk hava í teimum innsendu verkunum. Fleiri av listafólkunum hava harumframt verið við til at stovna verkstaðir og feløg, har eksperimenterað hevur verið við tøkni. Teirra førningur er eisini stórfingnar grafiskar prýðingar á landsins skúlum og virkjum. Listafólkini, ið sýna fram, eru: Jóna Rasmussen, Astri Luihn, Sigrun Gunnarsdóttir, Jón Sonni Jensen, Kári Svensson, Rannvá Mortensen, Jana Jonhardsdóttir og Bárður Dal Christiansen.
Bókin er á føroyskum, donskum og enskum.
![](/upload/cache/images/5601-5800/c5185834743749023e1e222687337668e6fbeac2_w512_h512_fC_ha50_va50_afp1.jpg)
![](/upload/cache/images/5601-5800/9817e49c47be4e308752d1e4c3958b888cf7ddd7_w512_h512_fC_ha50_va50_afp1.jpg)
![](/upload/cache/images/5601-5800/1c8a492532ce8aff408713a154ea97e2c23a8795_w512_h512_fC_ha50_va50_afp1.jpg)
![](/upload/cache/images/5601-5800/88426a48777d9f5d0c8f663bc8f5fe77ccf112b8_w512_h512_fC_ha50_va50_afp1.jpg)
![](/upload/cache/images/5601-5800/bd34ca43de5f4391c3892a771ff707f1abacb465_w512_h512_fC_ha50_va50_afp1.jpg)
![](/upload/cache/images/5601-5800/a26a6eeb5cbb1c95c826475d6eabf4f5affd6d82_w512_h512_fC_ha50_va50_afp1.jpg)
![](/upload/cache/images/5601-5800/7adcb2751ed6036c11ff38bb49ac69a45c5d3a81_w512_h512_fC_ha50_va50_afp1.jpg)