Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Simon Stranger
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Noreg
Týðari: Marna Jacobsen
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-317-4
Útgávudagfesting: 6. mars 2023

304 dagar

Simon Stranger

Í mars 2015 stendur Nicholas, veteranurin úr Afganistan, einsamallur í skóginum oman fyri húsini, til reiðar at beina fyri sær, tá ið tað gerst honum greitt, at hann verður noyddur at siga sínum næstringum frá ætlanini. Hann lovar mammuni at halda sær á lívi til jóla, sum liggja 304 dagar fyri framman.

Ígjøgnum 304 brot verða tvær søgur sagdar: Nicholas fer í kríggj, tí hann vil vera við til at gera heimin til eitt betri pláss, men endar við at fáa sítt egna lív skrætt sundur í smápetti. Arman er trý ára gamal, tá ið Sovjet ger innrás í Afganistan. Sum vaksin fer hann upp í Taliban fyri at verja land sítt – millum annað fyri norskum hermonnum.

304 dagar er ein skaldsøga um kríggj og vinalag, kærleika og familju. Hon snýr seg um, hvussu lív okkara eru vovin saman til eina frásøgn, sum toyggir seg fleiri túsund ár aftur. Fyrst og fremst snýr hon seg um bardagan at koma fyri seg eftir eitt krígstrauma og at royna at yvirliva í friðinum.  

Nøgd
Vanligur prísur
kr. 348,00
Klubbaprísur
kr. 278,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Simon Stranger

Síðan hann gav sítt fyrsta verk út í 2003, hevur Simon Stranger (f. 1976) skrivað fleiri bøkur, sum eru ­týddar til ymisk mál. 

Altjóða gjøgnumbrotið fekk Stranger við skaldsøguni Leksikon um ljós og myrkur, sum vann Bókhandlaravirðislønina í 2018, og sum Sprotin gav út í 2020.

Aðrar bøkur Simon Stranger

Leksikon um ljós og myrkur
298,00

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Nýggj
Saltleiðirnar
348,00
Fryst prógv
348,00
Sigmundur og gullringurin
298,00
Sigmundur and the golden ring
298,00
Brenn øll míni brøv
348,00
Maria Stuart
348,00