Hjúpuljóð
Eitt viðkomandi savn, sum festir í nógvar tankar. Millum annað um lívið, meðan tað hevur sítt trygga stev og samljóð, og tá ið menniskju missa mál og mið.
Tá ið tað at eldast ikki verður virðismett, tey gomlu verða óbrúkilig og nyttuleys sum handskin, ið liggur gloymdur “millum nýfallið heystleyv”.
Malan nýtir m.a. hjúpuna sum eina mynd av at eldast og kortini vera sterkur og ikki vilja sleppa takinum og enda “á náttbláa ellisheiminum”
Annars lýsa yrkingarnar nógv sambandið millum samfelag, einstakling, náttúru og minni.
---
Við Hoyvíkstjørn
skurðar
uttan mammur og pápar
summir á floti
summir á steinum
ongi sár skríggj
bert tøgn
og bíðan
áðrenn fráferð
heiman
tað ókenda
dregur
teir hevja seg
breiða út veingirnar
flúgva
suður móti Afrika
haðani flýggjandi børn
á veg norðureftir
hyggja upp
og varnast
sár skurðaskríggj
innaní