Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Andrej Kurkov
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Ukraine
Týðari: Edvard S. Olsen
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-508-6
Útgávudagfesting: 17. mai 2023

Ukrainska dagbókin

Andrej Kurkov
Kiev 21.11.2013 – 24.4.2014.

Í novembur mánaði 2013 noktaði Viktor Janukovitj, táverandi forseti Ukraina, at skriva undir sam­starvs­avtalu við ES. 

Avgerðin hevði við sær, at stórar fjøldir av mótmælis­fólk­i savnaðust á Frælsisplássinum – Maidan – í ­Kiev. Og síðan hendi so mangt annað. Viktor Janukovitj  flýddi til Russlands, russar hertóku Krim hálv­oynna, og bardag­arnir harðnaðu í Donbas í eystara parti av Ukraina. 

Ukrainski høvundurin Andrej Kurkov fer við okkum til Maidan í Kiev, frá tí at mótmælini byrjaðu tann 21. november 2013, og sigur okkum frá tilburðunum, sum eru flættaðir saman við heilt vanligar gerandissøgur úr hans­ara egna lívi.   

Í dagbókabrotunum er Kurkov bæði vónríkur og ørkyml­aður um hóttandi og óstýriligar kreftir, sum stóri granni­n hjá Ukraina eggjar til.

Nøgd
Prísur
GBP28.61
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Andrej Kurkov

Andrej Kurkov er føddur í Leningrad í 1961. Hann hevur skrivað 19 skaldsøg­ur, níggju barnabøkur og um 20 handrit til sjónvarpssendingar. Verk hansara eru týdd til eini 40 mál og givin út í 65 londum.  Kurkov er annars eisini viðurkendur viðmerkjari hjá ­altjóða miðlum eina mest í Onglandi og USA um viðurskifti í Ukraina. 

Aðrar bøkur Andrej Kurkov

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Reyn, kæra Reyn
GBP51.68
Rímur á reki - Barnarímur o.a.
GBP40.15
Renna úlv
GBP40.15
Skepnusavnarin
GBP40.15
Floymandi nærvera - Hans Marius Ziska og Hans Jacob Kollslíð
GBP22.84
Gaïni um - 12 bloggar um politiska filosofi
GBP22.84