Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Stein Torleif Bjella
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Noreg
Týðari: Jákup í Skemmuni
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-521-5
Útgávudagfesting: 2. juni 2023

Fiskahúsið

Stein Torleif Bjella

Skaldsøgan er ógviliga einføld: Tveir menn. Ein vika. Ein smátta uppi við vatnið. 

Seta gørn um kvøldið, taka tey upp um morgunin. Morgunmatur, miðmáli og døgurði um kvøldið. 

Jón eigur eingi børn, hann er einsamallur, 47 ára gamal og fer lítið hugaður niðan á vatnið saman við pápabeiggjanum at seta gørn. 

Hann er tónleikari og hjálparlærari. Hann arvar fiskasmáttuna og rættindini at fiska á vatninum. Hann hevur ongantíð fingist við slíkt og hevur ongan áhuga í tí. Nú skal hann læra at fiska, hvussu og hvar og nær, at røkja stovnin, at hagreiða fongin og gera burturúr. 

Pápabeiggin hevst alla tíðina at honum. 

Hví fært tú tær ikki gentu, Jón? 

Veit ikki – eri bangin fyri, at tað er eingin fongur í mær. 

Spenningurin millum teirra veksur av øllum atfinningunum, og spurningarnir gera, at Jón verður noyddur at endurskoða sítt egna lív.Vil hann sættast við lívið soleiðis, sum tað er vorðið? 

Ljóðar eitt sindur turrisligt, men tað er tvørtur ímóti stuttligt, forvitnisligt og deiliga bygdasligt. 

Nøgd
Prísur
GBP28.61
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Stein Torleif Bjella

Stein Torleif Bjella er kendur sum tónleikari og rímsmiður. Hann debuteraði sum høvundur við yrkingasavninum Jordsjukantologien Nr. 1 í 2017. 

Fiskahúsið (2021) er fyrsta skaldsøgan eftir Bjella, og fyri bókina fekk hann Nynorsk Litteraturpris 2021. 

Bókin varð eisini nominerað til P2- lurtaranna skaldsøguheiðursløn og varð kosin til eina av ársins bestu bókum í 2021 í Klassekampen, NRK, Stavanger Aftenblad, Adresseavisen og Vårt Land. Fiskahúsið er higartil seld til fýra lond. 

Aðrar bøkur Stein Torleif Bjella

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í heyst
Fjarvera tín er myrkur
GBP40.15
Maria Stuart
GBP40.15
Eden
GBP28.61
Reyðhærda Kvinnan
GBP34.38
Staklutirnir
GBP34.38
Kærleikin
GBP34.38