Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Føroyar
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-475-1
Útgávudagfesting: 2. juni 2023

Reyn, kæra Reyn

Ein gongutúrur við Jørleifi

"Reyn, kæra Reyn" er skipað sum gongutúrur við Jørleifi úti á Reyni og í gomlu Havnini sambært kortinum hjá Johan Poulsen – eisini nevndur Blikkinsláarin. Jørleif var kendur fyri so mangt, illum annað at duga væl at siga søgur og vera undirhaldandi. Eisini metti hann søgu og upphav høgt og troyttaðist ongantíð at siga sínar havnarsøgur fyri ungum sum eldri og útlendingum sum føroyingum. Frásøguhegni hansara hevði sína styrki í, at hann segði søgurnar saman við áhoyrarunum. Hann slotaði, gav sínar søgur, og var allatíðina til reiðar at taka ímóti frá sínum lurtarum og geva aftur, so søguløtan bleiv stað- og tíðarbundin, kanska enntá persónlig, men heilt víst ein ógloymandi uppliving.

Nú er eingin Jørleif, men bókin "Reyn, kæra Reyn" við sínum stórfingnu myndum og orðum frá Jørleifi man vekja ans og sans hjá lesaranum og hyggjaranum, soleiðis at hann kennir seg sum lurtara og fær hug at geva øðrum søgurnar hjá Jørleifi – ella kanska siga sínar egnu. Tá lata vit „ei søguna doyggja ...“

Kort og yvirlitsmyndir við skrásetingum, ið samsvara við umrødd støð á gongutúrinum, leggja upp til, at lesarin fer út við bókini í inninum ella undir hondini og út á Reyn at kunna seg nærri um tað, sum frásagnirnar snúgva seg um.

...

Hoyr samrøðu við Randi í Ljóaranum 6/5/2023

Nøgd
Prísur
kr. 448,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Nýggj
Dropar
348,00
Vilji er lekjandi máttur
348,00
Veðursjúka 2
238,00
Hvítleiki
198,00
Tær góvu lív
348,00
Tættir og teiti - SERPRÍSUR
696,00