Upplesarin
Bókin er hálovað fyri sín erotikk og tey moralsku krøvini, hon setur lesarunum. Hon er ein tølandi søga um kærleika og loyndarmál, ræðuleikar og samkenslu.
Bókin fer fram í Týsklandi eftir seinna heimsbardaga. Fimtan ára gamli Michael Berg verður sjúkur ein dagin, hann er í skúla. Hanna, eitt gátuført og eiggiligt konufólk, farið um tey tríati, tekur sær av honum. Tað gerast væl og meira enn tað – tey njóta og øsa svangliga hvørt annað kynsliga. Brádliga ein dag er hon horvin og letur ongan vita hví.
Tá ið Michael sær hana mong ár seinni aftur, lesur hann løgfrøði. Ein dagin, hann er í rættinum, er hon komin fyri rættin, ákærd sum nasistur fyri eitt ræðuligt brotsverk. Hann eygleiðir hana og varnast, at hon vil ikki verja seg, og tað verður honum sum frá líður greitt, at Hanna goymir okkurt annað loyndarmál, sum hon heldur vera ræðuligari og skammiligari enn manndráp.
Hvat er skuldarkensla í roynd og veru – og hvussu kann sinnið standa seg, tá ið tað er hótt av heljardjúpum, nøtrandi sannleikum?
Undir rættarsóknini spyr tann ákærda ákærarnar: Hvat høvdu tit gjørt?
Tað er spurningurin, sum ein av týsku professarunum tekur upp aftur seinni: Hvussu kann næsta ættarlið av týskarum eftir kríggið koma til sættis við Holocaust?
Viðgerðin bæði nemur hjartað og ber ikki til at svara.
---
UPPLESARIN varð umrødd í Lesikrókinum 29.09.2023