Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Rakel Helmsdal
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Føroyar
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-528-4
Útgávudagfesting: 24. august 2023

Dreymsótt

Rakel Helmsdal

Í eystri er nú ein heilt, heilt veik rond av ljósi.

„Kom, vit mugu ganga skjótari,” sigur Agnas knappliga. „Koma vit ikki yvir um Lambafelli, áðrenn tað av álvara lýsir, kunnu vakmyndatólini saktans varnast okkum.”

Vit seta ferðina upp. Tað ber ikki longur til at njóta løtuna, bara ganga so skjótt vit orka. Lættari og lættari er nú at síggja, hvar vit traðka.

Ov lætt.

Tað er til at gráta um, at sólin er fíggindi okkara.

Nøgd
Prísur
kr. 348,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Rakel Helmsdal

Rakel Helmsdal (f. 1966) er rithøvundur og listafólk.

Hon hevur skrivað 26 bøkur til børn, ung og vaksin, og flestu teirra kunnu lesast av fólki í øllum aldri og kunnu tí kallast allaaldrabøkur. Við skulptur­ellari list og listagrafikki myndprýðir hon eisini sínar egnu bøkur.

Fleiri av bókunum hjá Rakel Helmsdal hava verið í uppskoti til og fingið virðislønir, bæði føroyskar, íslendskar og norðurlendskar. Rakel Helmsdal hevur í fleiri umførum verið í uppskoti til ALMA-virðislønina, sum er størsta altjóða barnabókmenta­virðislønin. 

Bøkurnar eru komnar á upp til 19 málum, m.a á ­­pólsk­um, sámiskum, kinesiskum, ­arabiskum og katalansk­um.

Rakel roynir alla tíðina nýggjar leiðir í síni list, og hon er púra samd við tey gløggu orðini, sum Pippi ongantíð hevur sagt: „Hetta havi eg ongantíð roynt fyrr, so tað klári eg allarhelst.”

Aðrar bøkur Rakel Helmsdal

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í heyst
Fjarvera tín er myrkur
348,00
Á marknaðinum í summar
Maria Stuart
348,00
Eden
248,00
Reyðhærda Kvinnan
298,00
Staklutirnir
298,00
Kærleikin
298,00