Staklutirnir
Vit liva so mong lív innan í okkara lívi, minni lív saman við menniskjum, sum koma og fara, vinum, sum hvørva, børnum, sum vaksa upp, og eg skilji ongantíð reiðiliga, hvat av lívum mínum, er sjálvur karmurin.
Ein kvinna er seingjarløgst við fepri, tá ið nøkur menniskju úr farnari tíð standa framman fyri henni:
eitt komandi við navnframa, sum skrivaði eitt bræv, eitt vinfólk, sum hvarv aftur um kortið, ein kærleiki við ongari framtíð.
Staklutirnir er ein skaldsøga við fýra persónlýsingum og túsund staklutum, um tumlaðar fikkubøkur, psykedeliskan dans og nøtrandi fjáltur. Hvat er tann perfekti millenniumkjólin? Kann eitt elskað menniskja veruliga hvørva? Og hvør er tað í roynd og veru, sum skal myndast, persónurin á myndini ella tann, sum heldur á penslinum?
---
STAKLUTIRNIR varð umrødd í Lesikrókinum 10.04.2024