Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Thorleif Hansen
Bólkur/ar: Søga
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Sjúrður Højgaard
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-542-0
Útgávudagfesting: 26. apríl 2024
Síður: 464

At liva í løtum

Thorleif Hansen
Fólk og hús í Rituvík 1873–2023

Henda bók er ein kvøða til Rituvík, sum jólaaftan 2023 varð 150 ár. Bókin er í høvuðsheitum ein ættarsøga fyri Rituvík. Hon er ein roynd at greiða frá, hvørji hús standa og hava staðið í Rituvík, hvørji fólk hava búleikast í hesum húsum, og ikki minst hvat bleiv av teimum og teirra, ið fóru av bygdini – frá fyrstu átta niðursetufólkunum til okkara dagar. Onkrar styttri lýsingar og søgur, ið hava samband við Rituvík og fólk har, eru við í bókini.

Bókin er partur av lívsverkinum hjá Thorleifi Hansen í Saltangará. Hann hevur meginpartin av lívinum savnað inn upplýsingar um sína egnu ætt, men eisini aðrar. Hansara ættargransking hevur serliga snúð seg um syðru helvt av Eysturoynni. Thorleif hevur ættarbond til húsini Uppi á Tipp í Rituvík, sum verður roknað sum sætta húsið av teim fyrstu átta niðursetuhúsunum í bygdini.

Mett verður, at út ímóti 10.000 eftirkomarar eru eftir tey fyrstu átta niðursetuhúsini í Rituvík. Familjugreinarnar úr Rituvík fara í allar ­ættir í Føroyum og út í so fjarskotin lond sum Avstralia, Kili, Kanada og ­Amerika. Við so nógvum eftirkomarum er ikki óhugsandi, at vit øll bera eitt sindur av Rituvík í okkum; um ikki annað, so at vit bera kenslu við onkran, sum er í bókini.

Bókin er í stóran mun eisini til komandi ættarlið – ikki bert okkum nú­livandi. Ein slík ættartalva verður ongantíð liðug, ei heldur lýtaleys. Vit hava roynt at gera bókina so góða og lesiliga, sum til ber.

Lívið er í løtum, góðum og svárum, ljósum og myrkum. Henda bók er eisini ein løta um forfedrar og eftirkomarar í Rituvík. Hvørja løtu legst til søguna og ættina.

Nøgd
Prísur
kr. 248,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Thorleif Hansen

Aðrar bøkur Søga

Minni frá míni lívsleið
348,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Magnus Fuglø – seyðabóndi í Suðurgrønlandi
298,00
Tættir og søgur úr Bíggjar søgu
448,00
Lív og lagna á Líðini
298,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Maðkur, mykja, trimpil, betong og madrassa
248,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Jóannes Patursson
248,00