Feðgarnir á Miðgerði og Kristin á Øgrum
Bókin er um tríggjar menn, sum umboða trý ættarlið av miðgerðamonnum: Feðgarnar Poul á Miðgerði og Poul Johannis á Miðgerði og Kristin á Øgrum, abbason Poul Johannisar.
Poul á Miðgerði var sonur Jákup á Miðgerði í Kollafirði. Jákup var hegnismaður – bæði træsmiður, jarnsmiður og grótmaður. Hetta hegnið arvaðu synirnir og fingu roynt seg í øllum lutum bæði uttan- og innandura, so tá ið tann elsti fekk garðin, vóru hinir til reiðar at fara undir annað arbeiði. Teir vóru tiltiknir raskir skilamenn. Teir settu dám á sína samtíð bæði handaliga og andaliga. Dirvi og dygd og orka eyðkendi teir. Truplar tíðir kendu teir eyðvitað, men ljóst lyndi og bjarta lívsáskoðan áttu teir. Teir bardust við eitt ójavnt samfelag og góvu stundum yvirstættini høgg.
Kristin á Øgrum livdi í eini broytingartíð, men ættarbregðið kom honum til gagns, tá ið eisini hann skuldi taka avgerðir, sum ávirkaðu menn og teirra húski í samtíðini.