Tættir og teiti - SERPRÍSUR
KEYP BÆÐI BINDINI FYRI 500,-
Tættir og teiti
Táttayrking er aldargomul siðvenja. Tað er løtuborið skemt. Tættir verða av summum mettir sum happing. Summir teirra eru bonskir, og mangir táttayrkjarar eru ógvorðaðir. Tað er serliga galdandi fyri eldri tættir. Nærri vit koma okkara tíð, minni ráir og ómentaðir eru teir. Tættir endurspegla tíðina og fólksins mentan.
Tá ið vit fáa politiskt flokkabýti, verða tættir brúktir sum politiskt amboð. Teir gerast partur av fólkaræðinum.
Skemt snýr seg um at loysa upp tað, sum er tilgjørt og niðurbundið. Lítið nyttar at seta seg at kúra um alt tað, ið ikki gevur meining. So hví ikki grína at tí høpisleysa og seta tað upp á rím? Kabarettir og teiti eru sum ein ventilur, har trýstið onkuntíð má sleppa út.
Tættir og teiti - Ískoytið
Hetta bindið er ætlað teimum, ið hava áhuga at lesa nakrar av teimum táttum, sum verða nevndir og viðgjørdir í bókini Tættir og teiti.
Tættirnir standa í somu tíðarrøð sum í bókini og eru næstan 200 í tali. Tað eru t.d. tættir, ið hoyrdu til bóndasamfelagið, og tættir, sum eru yrktir seinastu árini. Eftir hvønn tátt eru upplýsingar, hvaðan uppskriftin er, upplýsingar um persónar, ið verða nevndir, og kunning um, hvar meira er at finna um tættirnar.