Sigmundur og gullringurin
Skaldsøgan Sigmundur og gullringurin er fyrst og fremst ein ungdómsskaldsøga, sum vónandi eisini fevnir um meir enn tað.
Bókin blæsur nýtt lív í okkara gomlu Føroyingasøgu, og endamálið við henni er at leggja søguna fyri ein nýggjan lesaraskara og kveikja lív í fólkini og umhvørvið í søguni um Sigmund Brestisson og systkinabarn hansara og teirra hendingaríku lívsleið.
Tim Ecott letur Sigmund, Tórð og Trónd siga hvør sína søgu og roynir á tann hátt at umboða ymsu sjónarhornini í søguni fyri at vísa á, at báðar síður hava rætt á sín hátt. Hann letur lesaran síggja, hvussu torgreint málið í roynd og veru hevur verið.
Tim Ecott sigur, at vón hansara er, at søgan røkkur víða – bæði til nýggjar lesarar og til vaksnar lesarar, sum kenna ta upprunaligu søguna.