FØROYASMAKKUR
Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á KOKS
Í Føroyum eru vit umgird av náttúrukreftum. Í stívliga túsund ár hava vit bara etið tað, sum var til matna her - plantur, fugl, fisk og onnur djór, sum fingust her. Enn nú á døgum varnast vit, hvussu árstíðirnar skifta - munirnar í veðrinum, ið gera av, hvat vit kunnu og ikki kunnu gera.
Sum kokkur eru míni avrik treytað av tí tilfari, eg havi tøkt, og góðskan er treytað av tíð; tess longur matur er ávegis, tess skjótari spillist hann. Vit eru signað við tí, at ongastaðni á hesum oyggjum eru meira enn 5 kilometrar til sjógv, og havið og luftin kring okkum eru millum tey reinastu í heiminum. Frískleikin og tað nógva natúrliga tilfarið eru kjarnin í míni matgerð. Føroyskur smakkur kann vera treystur, og tankin um at eta t.d. svartfugl býður summum ímóti. Men tað er partur av okkara samleika, og vit duga at røkja og varðveita tað, sum vit hava til matna her.
Á Koks royna vit alsamt teir sterkastu tættirnar í føroyskari matmentan. Okkara smakkur - serliga í kjøti, fiski og sjófugli - er tí treystur. Siðbundna matmentanin her er grundað á vindgosnan og ræstan mat. Men mær dámar at royna nýtt. Mínar uppskriftir eiga fortíðina í sær, men eru sjaldan siðbundnar. Føroyar eru eftir bara fáum áratíggjum nútíðargjørdar innan matmentan. Og at vinna okkara fyrstu Michelin- stjørnu og síðan eina aftrat (í 2019) var ein viðurkenning, haldi eg, av einum væleydnaðum hjúnalagi millum føroyska mentan og samtíðar matlist.
Í hesari bók vóni eg, at vit kunnu vísa tykkum eitt sindur av, hvus-su lívið er í hesum knortluta og vindbarda landinum. Myndirnar, ið Claes Bech-Poulsen hevur tikið, sýna nakrar av nýggjastu rættunum á Koks, men mynda eisini tann ráa vakurleikan á landi og sjógvi, har maturin varð til. Kapittulteksturin, sum Tim Ecott hevur skrivað, myndar partar av søguliga andanum í Føroyum.
Bókin tekur teg við sær á ferð út á hvørja einstaka oyggj í Føroyum og gevur tær eina løtumynd av tí, vit royna okkum við á Koks. Eg vóni, at kokkar fáa íblástur úr uppskriftunum, og at vanligi lesarin fer at skilja betur, hvussu vit liva her nú á døgum. Fyrst og fremst vóni eg, at hon kann vera við til at varðveita kjørið í oyggjunum og alla ta ráu megi, sum býr í teimum.