Fryst prógv
Úr hesum vinklinum sá hann ikki sjógvin longur, bara kavaklæddu fjallatindarnar, sum tóku seg upp um vattkenda landslagið.
Spakuliga læt hann eyguni aftur, innan og uttan var alt gráhvítt og friðarligt. Illa til passar og svimbul durvaði hann og hoyrdi ikki fetini, sum komu aftur.
Eitt løgið virus herjar í vesturgrønlendska býnum Sisimiut beint sum summarið og summarfrítíðin er fyri framman. Nøkur andlát leggjast aftrat, og tað er gott tilfar hjá miðlunum mitt í agurkutíðini. Myndugleikarnir stúra. Tað gera fyritøkurnar eisini, ið hava gjørt stórar íløgur í nýggju cruisefarstøðina í Sisimiut, sum nú kanska verður seinkað.
Sika Haslund er flutt heimaftur til Nuuk, eftir at hava verið útiseti í Danmark í nógv ár. Hon hevur fingið starv sum samskiftisráðgevi í Go Greenland. Saman við blaðmanninum Thormod Gislason endar hon mitt í rokanum og saman rekja tey eina søgu, sum hevur djúp spor og røkkur langt aftur í tíð.