Nina von Staffeldt
Nina von Staffeldt er cand.mag. í námsfrøði og arbeiðir sum sjálvstøðugur ráðgevi við uppgávum fyri ES og danskar myndugleikar. Síðani 1997 hevur hon búð, starvast og ferðast um at kalla alt Grønland, millum annað sum ferðaleiðari og sum ráðgevi hjá grønlendska landsstýrinum. Fryst prógv er fyrsta skaldsøga hennara við Siku Haslund. Umframt hesa bókina eru 3 aðrar krimibøkur við Siku sum høvuðspersóni, Svarti eingilin, kom út í 2017, Skipið úr Ísfjørðinum kom út í 2018 og Vetrarveiða kom út í 2020. Nina von Staffeldt hevur eisini skrivað stuttsøgusavnið Historier fra Polarcirklenelen, sum kom í 2021.