Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Uni Arge
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Føroyar
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-581-9
Útgávudagfesting: 1. november 2024
Síður: 136

Veðursjúka 2

Uni Arge

Tann miðaldrandi tíðindamaðurin, sum segði frá í „Veðursjúka“, roynir framvegis at skilja til­veruna og heimin.

Hann leitar aftur í barndómin, tá tilveran var virkið útilív í ódn sum í logn, og ongin fitisótt gjørdi um seg millum børn og ung. 

Hann møtir upp á tingi, har ungar tingkvinnur og eldri tingmenn keglast um veðurlagsátøk, og eygleiðir bøndur mótmæla, at ferðafólk kleyra landið niður.

Brádliga brestur ódn á, og undantaksstøða valdar í landinum. Eftir ódnina liggur so mangt í sori, hús leka í eyri og seyri, og soppur plágar mangan heila.

Hann ger av at fara suðureftir at skriva fyrsta yrkingasavnið, men har er hann um at kódna av hita og uppøstum tíðindum um skógar­eldar.

---

Tá "Veðursjúka" kom út á heysti 2023, fekk hon fleiri ummæli. Hesi vóru nøkur av orðunum, ið vórðu søgdu um bókina, ið nú er prentað uppaftur:

Sjúrður Skaale á VP:

"Hann fer sera víða um – frá innkeypsøði á flogvøllinum umvegis átrúnað til gongd í haga – men alt er knýtt saman í ein langan tekst. Eingir kapitlar, eingir partar – bara ein long keta av hugarensli, sum er so væl spleysað saman, at skiftini ongantíð tykjast ónáttúrlig ella merkilig. Heldur ikki tá filosofiskar hugleiðingar um samfelag, menniskja, sjúku, lív og deyða eru flættaðar inn í tekstin."


Carl Jóhan Jensen á Facebook:

"Teksturin javnvigar tað persónliga...veðurlagssjúkuna...og tað almenna...veðurlagsvandan...upp á ein málsliga og framsetingarliga smidligan máta...skiftandi millum tað farna og farandi...millum vón og hisop...innlit og iva...ger seg spakuliga viðkomandi...uttan at júka...uttan at trútta. Eg havi ikki sæð "Veðursjúku" á nøkrum metsølulista hjá bókahandlunum, men har hevði hon saktans uppiborið at verið.


Danial Viðoy í Sosialinum:

Bókin er áhugaverd, viðkomandi, undirhaldandi og kann avgjørt birta kjak í einum og hvørjum heraðshorni ... Bókin hevur týðiliga hald í veruleikanum og tekur støði í tí persónliga og leitar haðani út í almennari hugleiðingar og útsagnir. Bókin hevur eisini til tíðir óhátíðarligt, skemtandi og speiskt huglag.


Gulla Øregaard á Facebook:

Bókin "Veðursjúka" eftir Una Arge, journalist og høvund, er allarhelst eitt savn av essays, sum tilsamans geva eina mynd, hvussu Uni Arge dregur saman um veðrið, um veðurlagsbroytingar, um huglagið hjá føroyingum, og hvussu veðrið hevur ávirkað føroysku fólkasálina gjøgnum dagar og ár ... Eg eri hugtikin, í fleiri førum bergtikin av hansara allýsingum um veðrið í øllum sínum brigdum.

Nøgd
Prísur
GBP27.46
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Uni Arge

F. 20. januar 1971 í Havn. Studentsprógv í 1990 og prógv av journalistskúlanum í Århus í 1999. Hevur starvast sum tíðindamaður á størstu føroysku fjølmiðlunum og gjørt 11 dokumentarsendingar til sjónvarpið og skrivað 20 ljóðmyndir til útvarpið. Hevur skrivað níggju bøkur og givið út egnan tónleik á trimum fløgum.

Aðrar bøkur Uni Arge

Ross og fólk
GBP45.91
Veðursjúka
GBP27.46
Framtíðin kallar
GBP21.80

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Nýggj
Dropar
GBP40.15
Vilji er lekjandi máttur
GBP40.15
Hvítleiki
GBP22.84
Tær góvu lív
GBP40.15
Tættir og teiti - SERPRÍSUR
GBP80.29
Tættir og teiti
GBP40.15