Neyðardýrið
Einaferð, ikki so langt síðan, kom eitt barn, Neyðardýrið, krúpandi út úr skóginum. Ungin kreyp upp um veitarbakkan og fór miðleysur tøtlandi eftir eyrvegnum. Tað var ein syrgilig sjón.
Hesin ungin var órøktur og ljótur. Hárið lá í sperðlum. Pannan var rukkut. Eitt brá av ræðslu stakk seg fram, yvir teimum skorpnaðu nasagluggunum mólu eyguni í honum. Varrarnar vóru stívar og bláar, hálsurin alt ov klænur. Á yvirpartinum hekk ein langur klútur ella lurvutur vestur, og niðanfyri stakraðu tvey klantraslig bein við knæliðum, ið vóru breiðari enn bæði leggir og lør. Ungin var berføttur. Teir alt ov stóru føturnir líktust vátum rakhosum. Knúgvarnir á aðrari hondini bóru av og á við jørðina. Og inn ímóti rivjabeinunum lá ein slitin skjátta kleimd inn ímóti tí neyðarsliga, kropnaða kroppinum, kanska ein brævbjálvi, sum eitt dýr, ið kom út úr skóginum við einum boðum.
Einsamalli drongurin, Oskar, sum er tikin til fosturs á garðinum hjá Eyð og Ólavi fyri kost og vistir, varnast eitt barn í skóginum, eitt ótamt barn, sum hann tekur við sær til hús. Tað hevur løgið vakstrarlag og at kalla einki mál. Men við umsorgan fer tað at mennast.
NEYÐARDÝRIÐ er ein sjaldsom, undirhaldandi og hugfangandi skaldsøga um at verða útstoyttur og einsamallur, um girnd og umsorgan. Undir øllum liggur spurningurin: Hvat er eitt trauma?