Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Asbjörn Hildremyr
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Noreg
ISBN: 978-99972-1-616-8

Landið millum hav og himmal

Asbjörn Hildremyr

Árið er 1940. Hitler tveitir bumbur yvir Noreg, á Vesturlandinum standa býir í loga, og í einari bygd rýma fólk í skundi til havs á miðjari nátt. Ein sjey ára gamal drongur stendur við lúnningina og grætur, tí hann vil ikki fara frá abbanum, sum er eftir á kaiini. Leiðin liggur til Amerika.

Ferðin endar tó ikki í Amerika, men í Klaksvík, og har vórðu smádrongurin og ferðafelagar hansara verandi í mánaðir. Tíðina í Føroyum gloymdi drongurin ikki, og tá ið hann nógv ár aftaná skrivar um hana, stígur tann heimurin, hann upplivdi, ljóslivandi fram fyri lesaran, fullur av smálutum og sansan – luktum, smakkum og ljóðum – og stórum eins og smáum hendingum. Uttan sentimental itet og idealisering verður sagt frá kenslunum hjá dreinginum og roynd um hansara at skilja høvuðsspurningar sum, hvat kríggj er, og hví vit halda, at fólk, sum ikki eru eins og vit, eru løgin – og hvussu hann verður partur av tí nýggja umhvørvinum.

Seinni partur av bókini, „Minnisfundur“, er ferðafrásøgn hjá høvundinum til Føroya í 1976. Her sigur frálíkur eygleiðari frá øllum teimum stóru og sjónligu broytingunum, sum eru hendar. Men høvuðsørindini eru at leita aftur til tað, ið var, og vita, um tað ber til at finna nakað av tí aftur. Í øllum tí nýggja, modernaða, eru tað fyrst og fremst tey fólkini, hann hittir, sum gera, at hann finnur tráðin aftur. Tað er eisini náttúran og veðurlagið, men ikki minni er tað ljóðið av føroyskum máli, sum vekur ta farnu tíðina til lívs og byggir brúgv til samtíðina.

Asbjörn Hildremyr, f. 1932, týddi stuttsøgusavnið Aldurnar spæla á sandi (Bårene leikar over sanden, 1976) eftir Jens Paula Heinesen.

Nøgd
Prísur
kr. 298,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Asbjörn Hildremyr

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Nýggj
Dumbfilmarnir
298,00
Spor
298,00
Faroese Days
348,00
Bjargað á opnum havi
348,00
Dropar
348,00
Vilji er lekjandi máttur
348,00