Av tí smærra slagnum
Claire Keegan (f. 1968) vaks upp á einum bóndagarði sunnan fyri Dublin. Hon er serliga kend fyri sínar stuttsøgur og stuttu skaldsøgur, tvær teirra eru filmatiseraðar.
“Av tí smærra slagnum” (Small Things Like These) kom út í 2021. Hendingarnar fara fram í Írlandi mitt í áttatiárunum. Høvuðsevnið er Magdalenuvaskaríini, sum katólska kirkjan hevði - heim fyri gentur, sum vóru komnar illa fyri. Tað evnið er ofta umtalað og hevur verið kannað í fleiri ár.
Tað serstaka við bókini er tann lágmælti tónin, tann undirspælda frásøgnin. Smátingini, sum verða viðgjørd, eru als ikki smámál, men brotsgerðir. Høvuðspersónurin er sera fámæltur og lágmæltur, men vit hoyra hansara tankar.
Eitt sermerkt við bókini er sostatt, at tó at so lítið er av drama í vanligari merking, verður tú púrasta drigin inn í hesa stillu dómadagstilgongdina.