Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Aage Storm Borchgrevink
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Noreg
Týðari: Bjarni Djurholm
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-633-5
Útgávudagfesting: 18. juni 2026

Krígsharrin í Kreml

Aage Storm Borchgrevink
Putin og hansara tíð

Nógv hava óttast Vladimir Putin, men fá høvdu væntað ráu ­innrásina hjá Russlandi í Ukraina. Hvussu kundi leiðarin í ­okkara stóra grannalandi gerast so totaliterur og vandamikil?

Aage Storm Borchgrevink hevur arbeitt við Russlandi alt sítt vaksna lív og hevur sjálvur verið á mongum av støðunum, har brotsverkini hjá Putin eru framd. Her sigur hann søguna um spakuliga kvettið móti russisku grundlógini, sum Putin fýra ferðir hevur svorið trygdareið. Hetta er eisini ­søgan um nútíðar Russland, frá sorgarsøguni hjá familjuni Putin undir seinna veraldarbardaga, uppvøkstrinum í Lenin­grad og til skrædlið hjá Sovjetsamveldinum, sum gjørdist álvarsamt fyri njósnaran Putin. Eftir eitt stutt andarhald av frælsi í 1990-árunum táttaði Putin forseti stig fyri stig takið og evnaði eitt nýtt Russland við ógvisligum ójavnum og við stórtráan at endurreisa landið sum stórveldi.

„Hvør tíð hevur sína fasismu. Ætlanin hjá Putin er eftir ­mínum tykki stóra søgan fyri Evropa í okkara øld. Hon snýr seg um íkomuna av einum nýggjum og meira sofistikeraðum slagi av einræðisleiðara enn teir í undanfarnu øld, klæddir í ­prangandi búnum. Harumframt snýr hon seg um demokratisku afturstigini, men eisini um styrkina í fólkaræðinum – sum Putin í hesum døgum ímóti sínum vilja lærir í Ukraina. Søgan er týdningarmikil, men sveipað í ørkymlan, propaganda og ideologi. Tí má søgan verða søgd.“

Nøgd
Prísur
kr. 348,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Aage Storm Borchgrevink

Aage Storm Borchgrevink arbeiðir í Den norske Helsingfors­komité, sum landaráðgevi fyri mannarættindi í Russlandi, Kekenia og Georgia. Hann hevur givið út bæði fagrar bókmentir og yrkisbókmentir. Fyri bókina En norsk tragedie. Anders Behring Breivik og vejen til Utøja, var hann tilnevndur til Brageprisen. Í 2019 gav hann út bókina Giganten, fra Statoil til Equinor, søgan um fyritøkuna, sum broytti Noreg.

Aðrar bøkur Aage Storm Borchgrevink

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Átjan oyggjar
248,00
Pensilstrok
248,00
Tólv árstíðarsálmar
348,00
hey:)
348,00
Hvussu eitur tú? (Dè an t-ainm a th´oirbh?)
198,00
Fyri tí tú veitst er rætt
348,00