Sagnaslóðir fram við strendur
Henda bókin ger ferð úr landi sámanna fyri eystan til strendur inuitta fyri vestan, og frásagnurnar vísa leiðina.
Úrslitið av hesari ferðini eru søgur úr fimm mentanarsamferøgum: tí sámiska, tí norðurnorska, tí føroyska, tí íslendska og tí grønlendska.
Sagnaslóðir hýsa søgum, sum leingi hava livað og framvegis liva á brimandi strondum, ið randa alt Norðuratlantshav. Á mótinum ímillum sjógv og land eiga strandbúgvar heima – hesi menniskju, sum í øldir hava glímast við havið. Úr teirra hugflogi eru sprotnar sjaldsamar verur: marmennilin, havfrúgvin, sjódregilin, kópakonan og mangar, mangar aðrar. Listafólk úr hesum fimm mentanum hava myndskrýtt søgurnar, og har, ið gamlir tekstir og nýggjar myndir skarast, birtist fagur heimur.
Hetta er bók, sum ber fornan eins og ungan ans fyri søgumáttinum, ið spreingir øll mørk.