Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Føroyar
Umbrot: Vasti
ISBN: 99918-978-44-95-4
Útgávudagfesting: 9. november 2011
Síður: 1008
Kápa: Heilbind

Orðabókin - J.H.W. Poulsen

Jóhan Hendrik Winther Poulsen

Fyri skjótt fjøruti árum síðan varð sjøtul settur á útvarpstáttin Orðabókina, sum varð sendur 14. hvønn dag vetrarhálvuna frá 1969 til 1993. Fólk sendu inn spurningar um málslig ivamál, og Orðabókin spurdi lurtarar um orð og orðafelli. Sjáldsama nógv fólk høvdu áhuga í hesum sendingum.

Orð komu inn, sum ongantíð vóru uppskrivað áður, men sum hava djúpar og fornar røtur í føroyskum máli. Eisini komu orð úr livandi talaðum máli, sum annars bert vóru kend í tvey hundrað ára gomlum orðabókarhandritum eftir J.C. Svabo.

Eyðkent fyri meginpartin av heimildarfólkunum er, at tey høvdu lítla skúlagongd, men við teirri ómetaligu vitan um dagsins viðurskifti á sjógvi og landi hava tey verið við til at bjarga nógvum av tí siðsøguliga mentanararvi, ið tey numu av forfedrum sínum. Við hesari bók kunnu vit og komandi ættarlið fáa lut í allari hesari vitan um mentanar- og siðsøgu okkara gjøgnum øldir.
Nøgd
Prísur
kr. 198,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Jóhan Hendrik Winther Poulsen

Føddur 20. juni 1934 í Sumba. Útbúgvin mag.art í norrønum máli í 1962. Legði lunnar undir Føroyamálsdeild Fróðskaparsetursins saman við Christiani Matras og øðrum. Varð seinni tilnevndur professari á Føroyamálsdeildini. Uttan iva viðgitnasti orðasmiður í Føroyum í nýggjari tíð. Eykabindið kom út í 1974, og hann fekk M.A. Jacobsen virðisløn fyri tað í 1991. Gjørdi væl umtóktu útvarpssendingina Orðabókina árini 1969-93. M.a. við støði í hesum sendingum kom Føroysk orðaók út 1998.

Aðrar bøkur Jóhan Hendrik Winther Poulsen

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Ross og fólk
398,00
Veðursjúka
238,00
Sanna Dahl
398,00
Góðkrút
448,00
Hugleiðingar av marbakkanum
348,00
Reyn, kæra Reyn
448,00