Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Johannes Johannessen
Bólkur/ar: Endurminningar, Søga
Upprunaland: Føroyar
Umbrot: Vasti
ISBN: 99918-978-71-02-8
Útgávudagfesting: 4. oktober 2011
Síður: 275
Kápa: Heilbind

Hús og húski í Dali

Johannes Johannessen

- Frá tí eg var óviti, hevði eg áhuga fyri, hvør ið mundi vera tann fyrsti, sum búði í hesum ymisku húsunum í Dali. Pápi, Gunnar á Toft, var sera áhugaður í øllum tí gamla, sum verið hevði. Hann visti, hvør fyrstur var, ið bygdi og búði í øllum húsunum, hann visti, hvar tey høvdu staðið, og hvussu tey kallaðust. 

 
Ættin í móðurættina hjá pápa er norðan úr Skálabotni. Haðan til Skálavíkar og Húsavíkar og øvut. Eysturbygdirnar á Sandoynni eru rættiliga tætt samanknýttar við ættarbondum. Tí er tað eisini, at frásagnir, sum eg havi tikið við, eins væl kundu hoyrt heima undir Skálavík og Húsavík. 
 
Har í bygdini varð nógv tosað um slekt. Menn gingu inn til hvønn annan, og tað varð tosað um alt ímillum himmal og jørð. Nógvar frásagnir, bæði frá gamlari og nýggjari tíð. Pápi kendi nógv fólk ymsastaðni frá, sum hann tosaði við um sama evni. Hann hevði brøv og ættartalvur, sum hann hevði fingið sendandi frá fólki, sum høvdu henda sama áhuga. 
 
Dals søga er í høvuðsheitum um ættarbond, sum á ein ella annan hátt eru knýtt at Dali. Frágreiðingar um lívshátt og tilburðir, og ein partur er um, hvussu tað var í Dímun, tá ið rættiliga nógv fólk var har uppi.
Prísur
255,85 SEK
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Johannes Johannessen

Aðrar bøkur Endurminningar

Sær er siður á landi
462,09 SEK
Trý túsund nætur og trinnar
372,15 SEK
Grund 3
462,09 SEK
Meg minnist og ørminnist 2
372,15 SEK
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Meg minnist og ørminnist 1
372,15 SEK

Aðrar bøkur Søga

Nýggj
At liva í løtum
694,68 SEK
Minni frá míni lívsleið
539,62 SEK
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Magnus Fuglø – seyðabóndi í Suðurgrønlandi
462,09 SEK
Tættir og søgur úr Bíggjar søgu
694,68 SEK
Lív og lagna á Líðini
462,09 SEK
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Maðkur, mykja, trimpil, betong og madrassa
384,56 SEK