Vøruslag:
Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar:
Sigurd Hoel
Bólkur/ar:
Skaldsøgur
Upprunaland:
Føroyar
Týðari:
Finnbogi Ísakson
Umbrot:
Sonja Kjølbro
ISBN:
978-99918-76-19-1
Útgávudagfesting:
15. desember 2011
Síður:
274
Kápa:
Heft bók
Fjúrtan dagar fyri frostnætur
Knut Holmen hátíðarheldur einsamallur fjørutiáradagin á eini matstovu. Hann hevur havt viðgongd og eydnu við sær: í starvinum hevur gingið sum eftir ánni, hann er giftur, og hjúnalagið er gott og trygt, hóast kanska nakað stirðnað. Hann er eftir øllum at døma nøgdur, men so fer hugurin at spinna. Hann kemur til ta niðurstøðu, at hóast viðrák eftir øllum sólarmerkjum at døma, so eigur lív hansara onga varma, einki er, ið fløvar. Onkustaðni á leiðini er eitthvørt skeiklað. Skeiklað álvarsliga úr lið. Flógv fyri flógv grevur hann seg niður í sítt egna sinn, rekir seg fram á lívsmyndir í vónini um at fáa svar.
Um tað mundið, tá ið Sigurd Hoel skrivaði skaldsøguna, var hann ávirkaður av sálargreinandi hugsanum. Hann gekk sjálvur til viðgerðar og hevði alstóran áhuga fyri tí sjálvrannsakan, sum høvuðsmaðurin í skaldsøguni er í holt við. Høvuðsevnið kann í stuttum verða lýst við hesum reglum úr bókini: "Gloymd angist fyri gloymdum misgerðum reka sum skuggar yvir lívum okkara". Tað snýr seg um ótta fyri myndugleikum og lívsangist, sum hava røtur í barnaheimi við ongum eymleika og ongum trúnaði.
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Nøgd
Prísur
GBP19.50
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Aðrar bøkur Sigurd Hoel
Gandaringurin
GBP20.53
Aðrar bøkur Skaldsøgur
Á marknaðinum í vetur
Fjarvera tín er myrkur
GBP40.15
Fryst prógv
GBP40.15
Sigmundur og gullringurin
GBP34.38
Sigmundur and the golden ring
GBP34.38
Brenn øll míni brøv
GBP40.15
Maria Stuart
GBP40.15